Fíggjarligur stuðul frá north2north
Nú er aftur møguleiki hjá lesandi, granskarum og øðrum starvsfólki á Setrinum at søkja um fíggjarligan stuðul til kanningarferðir, skiftislestur o.a. í 2020 frá north2north-skipanini
North2north er ein lítil mobilitetsskipan í UArctic-samtakinum, sum er stytting fyri The University of the Artic.
UArtic fevnir um universitet í arktiskum londum og í danska ríkinum, sum samstarva um útbúgving og gransking í arktiska økinum.
Les meira um UArtic-samstarvið her.
Nærri kunning um stuðul frá north2north er her.
Nærri kunning til starvsfólk (undirvísarar, granskarar og starvsfólk í fyrisitingini) er her.
Freistin at søkja stuðul er 15. februar 2020, og tey, sum hava áhuga, kunnu venda sær til Altjóða Skrivstovuna á Fróðskaparsetri Føroya. Samband fæst við at skriva teldupost til ask@setur.fo.
- 06.05.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinVæl staðin ph.d.-verja hjá Sigri M. GaïniSeinnapartin vardi Sigri M. Gaïni ph.d.-ritgerð sína, sum...
- 03.05.2024 Setrið LestrarskrivstovanOpið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?7. mai klokkan 16 verður opið hús í Kongshøll, har tínir...
- 03.05.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSigri M. Gaïni verjir sína ph.d.6.mai klokkan 13.00 fer Sigri M. Gaïni at verja sína ph.d...