Frá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilóg
Almenn og ókeypis ráðstevna verður um revsilóg í Kongshøll 8. mai
Revsilógin er dagførd soleiðis, at hon nú virkar á føroyskum grundarlagi. Í hesum sambandi skipar Løgmálaráðið saman við Fróðskaparsetri Føroya fyri ráðstevnu í Kongshøll undir heitinum: “Frá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilóg."
Ráðstevnan skal birta upp undir kjak í sambandi við arbeiðið at gera nýggja føroyska revsilóg og skal varpa ljós á fyrimunir og vansar við eini revsilóg, sum í høvuðsheitum byggir á føroyskt grundarlag.
Hóast galdandi revsilóg er á føroyskum, so byggir hon í stóran mun á donsku revsilógina og donsku samfelagsgongdina. Føroyska samfelagið er minni og øðrvísi enn tað danska.
Revsilógin er týðandi partur av grundarlagnum undir einum rættarsamfelag, og tí er týdningarmikið, at lógin sprettir úr samfelagnum, har lógin skal virka.
Fyri at fáa lýst evnið úr ymiskum sjónarhornum, kemur norski dómarin Aina Ertzeid, sum var við í arbeiðinum at orða nýggja norska revsilóg, at hava fyrilestur um hetta arbeiðið.
Eisini kemur danski professarin Thomas Elholm at hava fyrilestur um, hvussu danskur revsirættur hevur broytt seg seinastu árini.
Harumframt verða fyrilestrar frá fólki, sum arbeiða og kenna føroyska revsirættarøkið úr ymiskum sjónarhornum.
Ráðstevnan verður í Kongshøll, mikudagin 8. mai 2024, kl. 9 – 16:15.
Sí skránna her.
- 06.05.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinVæl staðin ph.d.-verja hjá Sigri M. GaïniSeinnapartin vardi Sigri M. Gaïni ph.d.-ritgerð sína, sum...
- 03.05.2024 Setrið LestrarskrivstovanOpið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?7. mai klokkan 16 verður opið hús í Kongshøll, har tínir...
- 03.05.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSigri M. Gaïni verjir sína ph.d.6.mai klokkan 13.00 fer Sigri M. Gaïni at verja sína ph.d...