Skriva út

Er nøkur reglugerð fyri RTL?

Ja. Hósdagin 19. desember 2013 høvdu umboð fyri lesandi á øllum deildunum fund við leiðsluna, og har varð næmingaráð fyri øll lesandi á Fróðskaparsetri Føroya formliga sett á stovn. Navnið bleiv Ráð teirra lesandi.

Reglugerðin fyri ráðið varð undirskrivað av táverandi rektaranum, Sigurði í Jákupsstovu og umboði teirra lesandi, Birnu Gaard. Hetta var tann 21. juni 2013.

Í 2019 og 2020 varð arbeitt við at dagføra reglugerðina, og hetta hevði við sær, at trý skjøl blivu gjørd, sum lýsa, hvussu ráðið er skipað:

Viðtøkur fyri Ráð Teirra Lesandi
Reglugerð fyri Ráð Teirra Lesandi
Mannagongd fyri val av Ráð Teirra Lesandi

Hesi trý skjølini vórðu undirskrivað í føroyskari og enskari útgávu av Sonna Oddbjørn Joensen, formanni í RTL, og Chic Collins, rektara, tann 12. mars 2021. Síðani vórðu tey endaliga góðkend á eykaðalfundi hjá RTL tann 26. mars 2021.