Skriva út

Hvat er endamálið við Ráði teirra lesandi?

Endamálið hjá Ráði teirra lesandi (RTL) er at umboða øll lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.

Aðalmálið er at røkja áhugamál teirra lesandi í samstarvi við setursleiðslu, undirvísarar og onnur starvsfólk á stovninum.

RTL kann eisini vera rødd teirra lesandi mótvegis almennu myndugleikunum.

Harafturat skal RTL virka fyri at betra um sosialu umstøðurnar millum lesandi, og hetta verður gjørt við eitt nú at hava tiltøk javnan.