Skriva út

Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar

- lestrarárið 2023-2024

Vilt tú vegleiða komandi námsfrøðingum, soleiðis at allir partar fáa sum mest burturúr, so er nýggja tilboðið hjá Námsvísindadeildini sum starvslæruvegleiðari kanska viðkomandi hjá tær.

Komandi lestrarár verður møguligt hjá námsfrøðingum at menna sínar førleikar at taka móti og vegleiða lesandi í starvslæru.

Skeiði er á 10 ECTS og undirvíst verður áleið einaferð um mánaðin. Harumframt verður ein starvslæra, har ein lesandi frá námsfrøðingaútbúgvingini kemur í starvslæru.

Kostnaður fyri skeiðið er 14.000 kr.

Krøv fyri upptøku er, at tú hevur prógv sum námsfrøðingur og hevur 2 ára starvsroyndir innan námsfrøðiliga økið.

Um hetta er nakað fyri teg, so er møguligt at søkja her.

Umsóknarblað og skeiðslýsingar eru at finna í kassunum til høgru.

Umsóknarfreistin er 1. oktobur 2023.

Starvslæruvegleiðaraskeiðið byrjar í oktober 2023 og endar í juni 2024:

Vika:

Evnið:

Dato:

Tíð:

43

Innleiðsla

Fríggjadag 27. okt 2023

8.30 -  14.00

46

Tann grundleggjandi relatiónsførleikin í vegleiðingini.

Samskiftishættir

Fríggjadag 17. nov 2023

9.00 - 14.00

49

Vegleiðingin – ástøðiliga tilgongdin.

Fríggjadag 8. des 2023

9.00 - 14.00

5

Tað etiska grundarlagi í eini starvslærulesandi/vegleiðara relatión – metingartilgongdin í vegleiðingin - cases

Fríggjadag 2. feb 2024

9.00 - 14.00

8

Eftirmeting – ástøðiliga tilgongdin.

Fríggjadag 23. feb 2024

9.00 – 14.00

12

Starvslæran í praksis:

Fríggjadag 22. mars 2024

9.00 - 14.00

14-19

Starvslæra

20

Próvtøkufyrireiking

Fríggjadag 17. mai 2024

9.00 - 12.00

22

Framløgur

Kemur seinni

Kemur seinni

Um tú hevur spurningar ella ivamál um eftirútbúgvingina, so er tú vælkomin at venda tær til Anniku Antoniussen, annikaa@setur.fo.