7214.10 - Serøkið (Námsfrøðingar á 2.ári)


Skeiðsnummar
7214.10
Heiti
Serøkið (Námsfrøðingar á 2.ári)
ECTS
30
Endamál
Í hesum skeiði fara tey lesandi at nema sær kunnleika um sernámsfrøðiliga granskingarøkið og sernámsfrøðiliga arbeiðsøkið. Týðandi og nútímans ástøði, hugtøk og háttaløg verða løgd fyri dagin, og tey lesandi fara at knýta bókliga vitan saman við ítøkiligum sernámsfrøðiligum arbeiðsuppgávum og arbeiðshættum. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu: • gerast greið yvir, hvat eyðkennir sernámsfrøði sum vísindagrein • verða før fyri at meta um, hvat sermerkir tey háttaløg, ið eru miðdepils í sernámsfrøðiligum arbeiði • fáa innlit í, hvussu børn, ung og vaksin, ið hava sernámsfrøðiligan tørv búnast, mennast og læra • duga at meta um, hvussu samfelagsligir karmar og politiskar avgerðir ávirka lívsrúm, lívsmøguleikar og lívsgóðsku hjá fólki, ið hava serligan tørv • gerast tilvitað um, hvussu hugburður og arbeiðshættir hjá einstaka námsfrøðinginum ávirkar menningarmøguleikar, læringsmøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá teimum fólkum, ið námsfrøðingurin varir av. • fáa holla vitan um inklusjónshugburðin og tær tilgongdir og teir arbeiðshættir, ið eru knýtt at inklusjónshugtakinum. Tvs., at tey lesandi fara at arbeiða við, hvussu einstaka vøggustovan, einstaki barnagarðurin og einstaki skúlin rúmar børnum – ella skapar rúm fyri børnum - , ið hava serligan tørv.
Innihald
Skeiðið er skipað í seks tættir. Hvør táttur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir eru tengdir hvør at øðrum. Miðað verður ímóti, at tann einstaki lesandi skal fáa innlit í viðkomandi ískoytisbókmentir og nýggj granskingarúrslit, soleiðis at hann av sínum eintingum kann fáa eina djúptøkna vitan um eitt – ella fleiri - útvald evni. 1. táttur SØGULIGT BAKSÝNI – SERNÁMSFRØÐI SUM HUGTAK: Vit fara at lýsa hugtakið sernámsfrøði. - Hvat er sernámsfrøði? Finnist nøkur einstøk paradigma, ið fevnir um alt tað sernámsfrøðiliga økið? Ella verður sernámsfrøðin - tess mørk, ástøði og fyribrigdi - lýst ymiskt úr ymiskum ástøðiligum sjónarhornum? Hesin partur hevur ein søgu- og samfelagsligan dám. Tey lesandi fara at kanna, hvørji kor og tilboð, ið fólk, sum hava tørv á sernámsfrøðiligum fyriskipanum, hava fingið í ymiskum søguligum tíðarskeiðum og í ymiskum mentanum. 2. táttur - LÓGARVERK OG GRUNDLEGGJANDI RÆTTINDI: Tíðin hevur víst okkum, at samfelagsrákið ávirkar ta støðu, ið fólk við sernámsfrøðiligum tørvi hava í samfelagnum, og teir møguleikar, ið verða veittir hesum menniskjum. Í hesum tátti fara vit at nærlesa tær lógir, kunngerðir, sáttmálar og námsætlanir, ið eru galdandi á sernámsfrøðiliga økinum í 2010. 3. táttur DIAGNOSA – FYRIMUNIR OG VANSAR: Í dagsins samfelag verður dúgliga tosað um børn, ið hava serligan tørv, og sum eiga at fáa eina psykiatriska diagnosu. Nýggj norðurlendsk granskingarúrslit vísa okkum, at ongantíð hava so nógv børn verið víst til sálarfrøðing og sálarlækna sum nú. Við støði í hesi sannroynd fara vit at eftirkanna, hvat liggur í hugtakinum ”børn við serligum tørvi”. Hvør hevur rætt og heimild at siga, hvat eyðkennir normala atferð, og hvat eyðkennir eina atferð, ið víkir frá? Í hesum tátti fara vit at hyggja at diagnosuhugtakinum við einum vandnum og atfinningarsamum luppi. 4. táttur INKLUSJÓN SUM HUGTAK OG STEVNUMIÐ: Í § 5 í Dagstovnalógini stendur ”at børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn...”. Við støði í hesum lógarteksti fara vit at viðgera inklusjónshugtakið og inklusjónstankan, ið hevur vunnið hevd í sernámsfrøðiligari gransking og í sernámsfrøðiligari praksis í 21. øld. 5. táttur LEIKLUTURIN HJÁ NÁMSFRØÐINGINUM: Í fimta tátti fara vit at varpa ljós á fólk við menningartarni og at eftirkanna, hvørji viðurskifti skulu verða í rætt lag, um hesi fólk skulu fáa eitt gott og innihaldsríkt lív. Vit fara at hyggja at námsfrøðiliga yrkinum og spyrja, hvør uppgávan hjá námsfrøðinginum er, tá ið hann skal menna, styðja og menta fólk við serligum tørvi. 6. táttur SERNÁMSFRØÐILIG AMBOÐ OG HÁTTALØG: Í hesum tátti fara vit at seta okkum inn í fjøltáttaði sernámsfrøðilig amboð og háttaløg, ið eru ment seinnu árini. Vit fara m.a. at arbeiða við tí konsultativa hugsunarháttinum, viðurkennandi námsfrøði og ymiskum eygleiðingarfrymlum. Starvlæra, ið fevnur um 6 vikur, er partur av hesum skeiðið
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda próvtøkuuppgávu. Uppgávan skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkuuppgávan verður skrivað í bólki, og hon skal verjast munnliga. Spurdómsstýrda próvtøkuuppgávan verður mett eftir 13-stiganum. Vit nýta uttanhýsis próvdómarar. Tá ið mett verður um uppgávuna og munnligu framløguna verður hugt at: • hvussu tey lesandi megna at nýta viðkomandi sernámsfrøðilig ástøði, hugtøk og fyribrigdi, tá ið tey svara spurdóminum • hvussu tey lesandi megna at knýta ástøðiliga partin og starvslæruna saman • hvussu tað hepnast teimum lesandi at skriva ein samanhangandi tekst • um tey lesandi nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting • um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA-tilvísingarskipanina