7525.13 - Heilsa og heilsupedagogikkur
Skeiðsnummar
7525.13
Heiti
Heilsa og heilsupedagogikkur
ECTS
4,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu:
Fáa hollan kunnleika til kostráðini, ið Fólkaheilsuráðið hevur almannakunngjørt.
Megna at breiða út heilsugóðar kostvanar til (1) børn og til búfólk á stovni og (2) tey, sum vara av børnum og búfólkunum
Kunna leggja til rættis, fremja í verki og eftirmeta tiltøk, ið hava til endamál at gera heilsugóðar máltíðir á stovnsøkinum
Innihald
Skeiðið er skift sundur í 6 sjálvstøðugar og tó samfastar eindir.
1) Matur og máltíðir
2) Matmentan
3) Kostráð
4) Heilsupolitikkur
5) Tiltøk og heilsuátøk, Sapere
6) Reinføri
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, sjálvlestur, bólkaarbeiði, framløgur, uppgávur og verkligar uppgávur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at
- seta orð á kostráðini, ið eru tilmæld
- miðla heilsugóðar kostvanar til ein ávísan bólk
- leggja til rættis heilsugóðar máltíðir á barnagarði og stovni
- skipa og gjøgnumføra heilsugóðar máltíðir og virksemi við mati á barnagarði og stovni
- meta um heilsuátøk eru egnað til ein ávísan bólk
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið skal tann lesandi taka virknan lut í undirvísingini. T.v.s., at hann/hon skal møta upp og loysa tær uppgávur, ið eru partar av skeiðnum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlista, tá skeiðið byrjar
Ábyrgd
Gudna á Rógvi Joensen