8707.18 - Heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsuframi
Skeiðsnummar
8707.18
Heiti
Heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsuframi
ECTS
15
Fortreytir
BSc í sjúkrarøkt
Ískoytisútbúgving á BSc stigi fyri heilsustarvsfólk
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi
Aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar
Professiónsbachelorar, eitt nú innan sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, læraraútbúgving, sosialráðgeva, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalytikari. Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri
Endamál
Endamálið við skeiðinum er,
- at lesandi ognar sær vísindagrundaða vitan um og førleika til út frá einum heilsunámsfrøðiligum sjónarhorni at greina viðurskiftir, sum hava týdning fyri heilsu
- at lesandi ognar sær vísindagrundaða vitan og førleika at menna uppskot til heilsufremjandi ella sjúkufyribyrgjandi tiltøk
- at lesandi mennir førleikar at greina heilsuspurningar úr einum kontekstuellum perspektivi
Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga
gransking í komandi skeiðum
Innihald
Á skeiðinum verður dentur lagdur á:
- Heilsa sæð úr ymiskum sjónarhornum
- Heilsunámsfrøði og heilsufremjan og fyribyrging
-Rehabilitering sum heilsufremjan
-Sosiologisk ástøði um heilsu
-Fyribyrging og kontekst
- Hugtakið ‘governmentality’ og fyribyrging og heilsufremjan sæð í mun til váða og moral
-Heilsa og sosialur ójavni
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Aftaná skeiðslok skal lesandi
- Greiða frá heilsuframa og fyribyrging við støði í heilsunámsfrøðini
- Greina og kjakast um heilsuspurningar í serkendum konteksti út frá viðkomandi ástøði
- Greina og meta um týdningin av heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøkum í einum samfelagsligum perspektivi
- Við støði í heilsunámsfrøði reflektera um og seta fram uppskot til protokol fyri heilsufremjandi og/ella fyribyrgjandi tiltak
Próvtøkuháttur
Skrivlig einstaklinga uppgáva á enskum ella donskum
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sundhedspædagogik og sundhedsfremme- teori, forskning og praksis. Monica Carlsson, Venka Simovska og Bjarne Bruun Jensen. ISBN13: 9788779343993
Sundhedssociologi – en grundbog. Pernille Tanggaard Andersen og Helle Timm. ISBN: 9788741268934
Herumframt annað tilfar, ið verður útvegað av undirvísarum, og ávíst í skeiðsætlanini
Ábyrgd
Marin Strøm