Heim
Sitemap
Prenta hesa síðu
RSS

» Summarskeið á Føroyamálsdeildini09.06.10

Í hesum døgum halda vit skeið í føroyskum fyri norðurlendskum studentum.

26 studentar velja at brúka ein part av summarfrítíðini til at læra seg føroyskt.


» Heini Olsen (1969 - 2010)01.06.10

Heini Olsen úr Klaksvík leyk samansett MA-prógv í føroyskum og donskum á Føroyamálsdeildini í mai í fjør.


» Nýggj bók við málmanninum í útvarpinum25.05.10

Málprátini, sum hava verið í útvarpssendingini “Góðan morgun, Føroyar” við Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingi á Føroyamálsdeildini, koma nú út í bók.


» Føroyskur romantikkur26.04.10

Norðuratlantsbryggjan hevur í vár givið út bókina Nordisk romantik - myte, frihed og fællesskab. Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum á Føroyamálsdeildini, er høvundur at greinini "Romantik på færøsk"


» Skeið um postkolonialismu í norðurlendskum bókmentum (copy 1)26.02.10

25. mars er seinasta freist at melda seg til NORDLIKS intensivskeiðið um postkolonialismu, sum verður hildið 9.-13. august 2010 á Føroyamálsdeildini.


» Fundur fyri lesandi og starvsfólk27.01.10

Almennur kunningarfundur um bygnaðar- og strategitilgongdina á Fróðskaparsetrinum verður fyri øll lesandi og starvsfólk í Læraraskúlahøllini mikudagin 27. januar kl. 13.00-15.00.


» Hví fekk William ikki nobelvirðislønina?25.01.10

Nobeltaparar

- Bók um tey, sum ikki fingu virðisløn Nobels fyri bókmentir.


» Hanna Absalonsen hevur 40-ára starvsdag á Føroyamálsdeildini11.01.10

Í sambandi við at Hanna Absalonsen hevur 40-ára starvsdag á Føroyamálsdeildini bjóðar deildin til samkomu fríggjadagin 15. januar kl. 15.00.


» Frá Hammershaimb-ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum22.12.09

V. U. Hammershaimb fer til Danmarkar í 1831. Hann tekur studentsprógv í 1839 og fer síðani at lesa gudfrøði á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.


» H. A. Djurhuus og H. J. Debes í postkolonialum høpi07.12.09

"Genskrivning, efterligning og modstand: i færøsk historie og litteratur" givið út av: TijdSchrift voor Skandinavistiek.


» Hammershaimb 190 ár 09.11.09

Fríggjadagin 20. november 2009 verður eitt stórt tiltak í Norðurlandahúsinum, nevnt Hammershaimb 190 ár. V.U. Hammershaimb (1819-1909) kennir hvørt mansbarn í Føroyum.


» Altjóðaskeið í føroyskum máli og mentan í 201126.10.09

Næsta altjóða summarskeið í føroyskum máli og mentan verður hildið í 2011 í tíðarskeiðinum 3. - 25. august á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.

 


» Frælsi, tjóðskapur og náttúra09.10.09

Almennur fyrilestur verður á Føroyamálsdeildini hósdagin tann 15. oktober kl. 15.00. Kristján Jóhann Jónsson, dosentur í íslendskum, heldur fyrilestur í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16.


» Peter Godfrey Foote (1924-2009)06.10.09

Mikkjalsmessudag andaðist Peter Foote professari í heiminum í London 85 ára gamal. Hann var professari í “Scandinavian Studies” á teirri norðurlendsku deildini (Department of Scandinavian Studies) á University College London....


» Nordkursfundur í Føroyum18.09.09

18.-19. september 2009 er Nordkursfundur í Føroyum. Hetta er tann árligi fundurin hjá teimum, sum skipa fyri summarskeiðunum í Norðurlondum. Norðurlond skiftast um at vera vertir, og í ár verður hann hildin í Føroyum.


» BA-prógv í føroyskum10.09.09

Paula Gaard hevur lokið BA-prógv í føroyskum


» Orðabókagrunnurin gevur út04.09.09

Orðabókagrunnurin gevur út spansk-føroyska skúlaorðabók


» Randi S. Vang hevur lokið BA-prógv í føroyskum27.08.09

“Tíð og tilvera í skaldsøguni Tímaþjófnum eftir Steinunn Sigurðardóttur”


» Altjóðaskeið06.08.09

Altjóðaskeiðið í føroyskum máli og mentan á Fróðskaparsetrinum 2009.


» Jógvan í Lon Jacobsen í starv sum lektari21.07.09

Jógvan í Lon Jacobsen, adjunktur. dr. philos., Føroyamálsdeildin, er av rektara setursins framfluttur í starv sum lektari frá 1. august 2009 at rokna.


Úrslit 1 til 20 av 66

1

2

3

4

Fram >