Bachelorútbúgving - BA í føroyskum máli og bókmentum
Bachelorútbúgvingin tekur 3 ár. Hon gevur rætt til heitið baccalaureus artium, stytt BA. Byrjað verður við støðisnámi, sum er 2 ára nám, ið skal geva studentunum grundkunnleika í føroyskum máli og bókmentum umframt vísindaástøði og samskifti. Staðið støðisnám er treyt fyri at fara undir triðja lestrarárið. Tá velja studentarnir millum lestrarevni, sum geva hinum einstaka møguleika at laga námið eftir áhugamálum og framtíðarætlanum sínum.
Studentur, ið hevur staðið BA-prógv í føroyskum, kann søkja um upptøku á MA-nám.
Útbúgvingin gevur starvsmøguleikar, har hollur kunnleiki til móðurmálið er neyðugur, t.d. innan fjølmiðlar, fyrisiting og granskingarstovnar.
Umsóknarblað til BA - at byrja lestur í 2010 (eisini stakgrein)
Námsskipan 2006 fyri BA og MA lestur
Masterútbúgving - MA í føroyskum máli og bókmentum
MA í føroyskum er samansett av lestrarevnum og MA-ritgerð. Lestrarevnini telja 80 námsstig, ritgerðin 40 námsstig. Lærarar á deildini og gestalærarar bjóða fram lestrarevni, sum studentarnir velja ímillum.
MA í føroyskum máli og bókmentum er útbúgving, sum gevur undirvísingarførleika í føroyskum á hægri skúlum, miðnámsskúlum og læraraskúla. Eisini gevur útbúgvingin góðan førleika at starvast í eitt nú í fjølmiðlunum.
MA-nám
MA-nám tekur 2 ár (120 námsstig). Staðið MA-prógv gevur rætt til heitið magister artium, stytt MA Lokið MA-prógv við góðum úrsliti gevur møguleika fyri at fara undir Ph.D.-nám. MA-nám á Føroyamálsdeildini eru tvinnanda: Samansett MA og MA í føroyskum.
Samansett MA
Samansett MA tekur 5 ½ ár (330 námsstig). Hetta er miðnámslæraraútbúgving, samansett av høvuðsgrein og hjánámi umframt námsfrøði:
Høvuðsgrein
1. BA-prógv, 3 ársverk (180 námsstig)
2. Høvuðsritgerð, ½ ársverk (30 námsstig)
Hjánám
3. 2 ársverk (120 námsstig) í øðrum faki. (Hjánám í føroyskum = støðisnám).
Námsfrøði
4. Námsfrøðiligt skeið, sum setanarmyndugleikin (Mentamálaráðið ella skúlin, ið starvssetur) skipar fyri.
Í samansettum MA kann føroyskt antin vera høvuðsgrein ella hjánám. Útbúgvingin gevur førleika til at undirvísa í 2 lærugreinum í miðnámsskúlunum.
Umsóknarblað til MA - eisini stakgrein


