Heim
Sitemap
Prenta hesa síðu
RSS

Bandasavnið

Á Føroyamálsdeildini er eitt savn av voxrullum, spolabondum og kassettubondum. Mortan Nolsøe, professari, 1924-87, grundaði savnið við teimum bondum, hann hevði savnað, áðrenn hann kom á Føroyamálsdeildina at arbeiða. Hann helt á at savna alla sína tíð á deildini og fekk onnur bandasøvn til vega.  Eitt nú øll bond við føroyskum upptøkum, sum vóru á Dansk Folkeminde¬samling. Seinri eru øll bondini, sum Danmarks Radio hevði við føroyskum sendingum, komin í savnið.

Seinast eru staðanøvn savnað og tikin upp á band um alt landið í sambandi við, at føroyakort er givið út av nýggjum. Nakað av bondum hevur savnið fingið frá fólki kring um landið, sum tey hava sjálvi tikið upp, og fólk lata framvegis savninum bond.

Í Bandasavninum eru stívliga 2.100 spolabond og eini 100 kassettubond. Voxrullurnar eru allar spældar á bond. Spolabondini eru í miðal ein tíma til longdar. Bondini eru øll telduskrásett so hvørt tey eru upptikin, og innihaldið skipað í evnisbólkar. Upptøkurnar umboða meginpartin av føroysk¬um bygdamálum, og arbeiðið við at skráseta bygd fyri bygd er dagført.

Í Bandasavninum eru upptøkur við kvøðing, frásagnum um arbeiði, siðir, fólkatrúgv, staðanøvn o.s.fr. Nógv bond eru útskrivað og nøkur spæld inn á teldu.