Heim
Sitemap
Prenta hesa síðu
RSS

Orðasavnið

Í orðasavninum eru uppskriftir úr talaðum og skrivaðum máli frá gamlari tíð og nýggjari. Tann gamla tíðin er betur heimilað við orðum enn tann nýggja tíðin.

Orðasavnið er grundarlagið undir orðabókunum við føroyskum máli. Í savninum eru eftir útrokning frá apríl 2002 gott og væl 578.000 seðlar skipaðir í 98 orðaseðla­kassar í eldvardari goymslu á Føroyamálsdeildini.

Orðasavnið er partvíst teldutøkt, t. e. tað, sum hevur verið brúkt til føroysku orðabókina og er í orðabókaforritinum RIST. Arbeitt verður við at fáa alt orðasavnið teldutøkt.