Heim

Fróðskaparrit 57 komið 11.01.10

Fróðskaparrit, okkara vísindaliga tíðarrit, kom sum vanligt út til jóla. Tíðarritið nr. 57 telur 212 síður og rúmar 15 greinar. Ritið inniheldur seks hugvísindaligar og níggju náttúruvísindaligar greinar. Í leysaølu kostar ritið 270 kr.


Greinasavn um ST og Mannarættindi 03.11.09

Hvørjir altjóða sáttmálar eru galdandi í Føroyum og hvønn týdning hava teir fyri føroyingar? Hvat stendur í slíkum sáttmálum og hvussu kunnu teir brúkast? Hetta og annað fæst svar uppá í nýggjari útgávu frá Fróðskapi.


» Pilot Whaling in the Faroe Islands30.06.09

Bókin Pilot Whaling in the Faroe Islands. History. Ethnography. Symbols hjá Jóan Paula Joensen, professara og rektara, er útkomin á forlagnum Fróðskapi - Faroe University Press.


» Faroe Islands Exploration Conference02.06.09

Jarðfeingi og Universitetsforlagið Fróðskapur hava givið út bókina Faroe Islands Exploration Conference – Proceedings of the 2nd Conference. Bókin er ritstjórnað av Thomas Varming og Hera Ziska. Í bókini eru 21 vísundaligar...


» Spor í Tinganesi12.12.08

Fróðskapur hevur givið úr bókina Spor í Tinganesi, sum havnarmaðurin Rolf Guttesen hevur skrivað. Hetta er ein sera áhugaverd bók at hava við sær í lummanum, tá ið ein gongur sær ein túr í Havn. Bókin er 174 síður við nógvum...


» Fróðskaparrit 56 komið26.11.08

Bók nr. 56 í røðini av vísindaliga tíðarritinum Fróðskaparrit er komin. Í ritinum, sum telur 194 síður, eru 9 greinar, sjey hugvísindaligar og tvær náttúruvísindaligar greinar.

Í leysasølu kostar ritið 270 kr.


» Bókaútgáva: Frændafundur 618.11.08

Bók við 24 fyrilestrum frá føroyskari-íslendskari ráðstevnu í Tórshavn 2007. Greinarnar eru helvt um helvt á føroyskum og íslendskum. Millum evnini eru t.d. samkynd, útlendingar, handarbeiði, myndlist, mál o.a.m. Bókin er 304...


» Kommunupolitikkur28.10.08

Í samband við at nýggj bók kemur út, verður almenn móttøka á Søgu- og samfelagsdeildini. Jónas Broncksg. 25, 4. hædd, mikudagin 29. oktober kl 15.


» Miðlar, mentan og seinmodernitetur - Firouz Gaini14.09.08

Fróðskapur hevur givið út bókina Miðlar, mentan og seinmodernitetur eftir Firouz Gaini, Ph.D. í mannfrøði. Bókin er 300 síður og kostar 280 kr í bókabúðunum.


» Símunarbók. Heiðursrit til Símun V. Arge09.09.08

Forlagið Fróðskapur hevur givið út áhugaverda bók um føroyska fornfrøði. Bókin er skrivað í sambandi við, at Símun V. Arge, fornfrøðingur, varð 60 ár tann 5. september og er heiðursrit til hansara. Ritstjórnað bókina hava...


» Baladas épicas feroesas - Mariano Gonzáles Campo18.07.08

Tvímælta kvæðasavnið Baladas épicas feroesas kom út í Spania í juni.

Kvæðir standa lið um lið á føroyskum og í spanskari týðing. Við bókini, sum er 352 síður, er eisini ein fløga við kvæðunum....


» Platon: Drykkjuveitslan – og aðrar samrøður. 27.06.08

Janus Djurhuus skrivaði í brævi í 1929 skemtandi , at hann ætlaði at lata “hin ódeyðiliga Platon í føroyskt kot og korta buksur”.


Úrslit 1 til 10 av 26

1

2

3

Fram >