Heim
Sitemap
Prenta hesa síðu
RSS

Útgávulisti

» Brot úr Føroya Søgu útkomin í bók27.05.10

Bókin Brot úr Føroya Søgu er útkomin á forlagnum Fróðskapi. Lena Nolsøe, savnvørður á Landsskjalasavninum, er ritstjóri. Bókin er 166 s.og kostar 200 kr.


» Fróðskaparrit 57 komið11.01.10

Fróðskaparrit, okkara vísindaliga tíðarrit, kom sum vanligt út til jóla. Tíðarritið nr. 57 telur 212 síður og rúmar 15 greinar. Ritið inniheldur seks hugvísindaligar og níggju náttúruvísindaligar greinar. Í leysaølu kostar...


» Greinasavn um ST og Mannarættindi03.11.09

Hvørjir altjóða sáttmálar eru galdandi í Føroyum og hvønn týdning hava teir fyri føroyingar? Hvat stendur í slíkum sáttmálum og hvussu kunnu teir brúkast? Hetta og annað fæst svar uppá í nýggjari útgávu frá...


» Brævaskifti hjá Chr. Matras, W. Heinesen og K. Hoydal17.07.09

Í nýggjari útgávu er einastandandi møguleiki at fáa innlit í m.a. føroyskt bókmentaligt virksemi í tíðarskeiðnum frá umleið 1920unum til seinast í 1950unum. Forkunnugt brævaskifti millum tríggjar rithøvundar er avskrivað orð fyri...


» Pilot Whaling in the Faroe Islands30.06.09

Bókin Pilot Whaling in the Faroe Islands. History. Ethnography. Symbols hjá Jóan Paula Joensen, professara og rektara, er útkomin á forlagnum Fróðskapi - Faroe University Press.


» Faroe Islands Exploration Conference02.06.09

Jarðfeingi og Universitetsforlagið Fróðskapur hava givið út bókina Faroe Islands Exploration Conference – Proceedings of the 2nd Conference. Bókin er ritstjórnað av Thomas Varming og Hera Ziska. Í bókini eru 21 vísundaligar...


» Spor í Tinganesi12.12.08

Fróðskapur hevur givið úr bókina Spor í Tinganesi, sum havnarmaðurin Rolf Guttesen hevur skrivað. Hetta er ein sera áhugaverd bók at hava við sær í lummanum, tá ið ein gongur sær ein túr í Havn. Bókin er 174 síður við nógvum...


» Fróðskaparrit 56 komið26.11.08

Bók nr. 56 í røðini av vísindaliga tíðarritinum Fróðskaparrit er komin. Í ritinum, sum telur 194 síður, eru 9 greinar, sjey hugvísindaligar og tvær náttúruvísindaligar greinar.

Í leysasølu kostar ritið 270 kr.


» Bókaútgáva: Frændafundur 618.11.08

Bók við 24 fyrilestrum frá føroyskari-íslendskari ráðstevnu í Tórshavn 2007. Greinarnar eru helvt um helvt á føroyskum og íslendskum. Millum evnini eru t.d. samkynd, útlendingar, handarbeiði, myndlist, mál o.a.m. Bókin er 304...


» Kommunupolitikkur28.10.08

Í samband við at nýggj bók kemur út, verður almenn móttøka á Søgu- og samfelagsdeildini. Jónas Broncksg. 25, 4. hædd, mikudagin 29. oktober kl 15.


» Miðlar, mentan og seinmodernitetur - Firouz Gaini14.09.08

Fróðskapur hevur givið út bókina Miðlar, mentan og seinmodernitetur eftir Firouz Gaini, Ph.D. í mannfrøði. Bókin er 300 síður og kostar 280 kr í bókabúðunum.


» Símunarbók. Heiðursrit til Símun V. Arge09.09.08

Forlagið Fróðskapur hevur givið út áhugaverda bók um føroyska fornfrøði. Bókin er skrivað í sambandi við, at Símun V. Arge, fornfrøðingur, varð 60 ár tann 5. september og er heiðursrit til hansara. Ritstjórnað bókina hava...


» Baladas épicas feroesas - Mariano Gonzáles Campo18.07.08

Tvímælta kvæðasavnið Baladas épicas feroesas kom út í Spania í juni.

Kvæðir standa lið um lið á føroyskum og í spanskari týðing. Við bókini, sum er 352 síður, er eisini ein fløga við kvæðunum....


» Platon: Drykkjuveitslan – og aðrar samrøður. 27.06.08

Janus Djurhuus skrivaði í brævi í 1929 skemtandi , at hann ætlaði at lata “hin ódeyðiliga Platon í føroyskt kot og korta buksur”.


» Fróðskaparrit 55 í bókabúðunum17.01.08

Árliga tíðarritið Fróðskaparrit er komið. Bókin er nr. 55 í røðini og inniheldur 9 greinar. Hugvísindi hevur 5 greinar, meðan 4 eru innan náttúruvísindi.

Ritstjórar: Dorete Bloch og Firouz Gaini. Tórshavn 2007, 207 s., ISBN...


» Guds orð ella orð um Gud - Hans Andrias Sølvará20.11.07

Guds orð ella orð um Gud. Tekstur og søga í Bíbliuni

Hans Andrias Sølvará

Tórshavn 2007, 210 síður. Kr. 248 – ISBN 978-99918-65-15-7


» Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir - Elsa Funding20.11.07

Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir. Setursrit 4.

Elsa Funding. Turið Sigurðardóttir, ritstjóri.

Tórshavn 2007, 200 síður. Kr. 228 – ISBN 978-99918-65-11-9


» Hjarta uttan fylgisneyta. Herman Bang 150 ár - Hanus Kamban26.10.07

Hósdagin 25.10.07 gav Hanus Kamban út essay um menniskjað og rithøvundin Herman Bang. Bókin varð løgd fram á móttøku á Føroyamálsdeildini hendan dagin.

Tórshavn 2007, 75 síður. Kr. 150 - ISBN: 978-99918-65-14-0


» Sæteren ved Argisbrekka - Ditlev Mahler02.10.07

Fróðskapur hevur givið út ritgerðina Sæteren ved Argisbrekka. Økonomiske forandringer på Færøerne i vikingetid og tidlig middelalder.

Tórshavn 2007, 525 síður, myndir. Kr. 328 - ISBN: 978-99918-65-13-3


» Adressumálið - Hans Andrias Sølvará 02.10.07

Í bókini Adressumálið - Donsk-føroysk viðurskifti undir fyrra heimsbardaga viðger rithøvundurin Adressumálið, sum tók seg upp í Føroyum í 1917 orsakað av teimum truplu flutningsviðurskiftunum undir krígnum í Norðuratlantshavi....


» Fróðskaparrit 5402.10.07

Dorete Bloch og Firouz Gaini, ritstjórar.

Tórshavn 2007,198 síður. Kr. 270.00 - ISBN: 99918-65-10-1.


» Bókmentaljós. Heiðursrit til Turið Sigurðardóttir02.10.07

Malan Marnersdóttir, Leyvoy Joensen, Dagný Kristjánsdóttir og Anfinnur Johansen, ritstjórar.

Tórshavn 2006, 411 síður. Kr. 340.00 - ISBN: 99918-65-01-2.


» Kunnskap og makt -Beinta í Jákupsstovu 02.10.07

Bókin Kunnskap og makt - Færøysk helsepolitikk gjennom 150 år lýsir hugburðin í føroyskum heilsupolitikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýristíðina. Sambandið millum kunnskap og makt er knýtt at hugsunarhátti heldur enn...


» Tveir yrkjarar úr Kvívík - Setursrit 302.10.07

Ritgerðir hjá Tummasi Lenvig og Katrini Næs. Turið Sigurðardóttir, ritstjóri.

Tórshavn 2006, 67 síður. Kr. 150.00 - ISBN: 99918-98-03-9.


» Torvið í Føroyum - í søgu og siðsøgu I-V. Petur Jacob Sigvardsen02.10.07

Samútgáva forlagið Búgvin og Fróðskapur. Supplementum XLVI.

Tórshavn 2006, 1992 síður. ISBN 99918-6504-7


» Fróðskaparrit 53 komið01.10.07

Fróðskaparrit 53 er komið út, nú sum fyrsta ritútgáva frá Fróðskapur – Faroe University Press.

Dorete Bloch, ritstjóri.

Tórshavn 2005, 164 síður. Kr. 200.00 - ISBN: 99918-41-03-2.


» Endurreisn kvæðana - Sólfinn Hansen01.10.07

Fyrsta bókin á nýggja forlagnum er ”Endurreisn kvæðanna – um støðufesti kvæðanna í føroyskum skaldskapi”, ið Sólfinn Hansen hevur skrivað.

Tórshavn 2005, 136 síður. Kr. 140.00 - ISBN: 99918-65-00-4.