Framløga á Aliverkstovuni, 2023 (Foto: NVD)
Skriva út

Endmálið við hesari aliverkstovuni er at byrta kjak millum alara, og her serliga teimum, sum arbeiða á alibrúkunum á sjónum, veitara, ráðgevara og granskarum. Tann fyrsta í vónandi einari røð av slíkum verkstovum varð fyriskipað av Deplinum fyri Havmyndlan í samstarvi við ráðgevingarfyritøkuna RAO og Sjóvartryggingina hjá Betri Trygging tann 20.09.2023 í Kongshøll á Setrinum. Evnið var Norsk Standard NS9415, tá tað ræður føroysk viðurskiftir.

Undirtøkan var stak góð, tí um 70 fólk luttóku.

Á skránni í dag vóru hesar framløgurnar:

  • Aldu- og streymklassar fyri Føroyar eftir "gamla" NS9415, Knud Simonsen, Fróðskaparsetur Føroya (sí her)
  • Nýggj aldumyndlan av Føroyaleiðunum, Bárður Joensen, Fróðskaparsetur Føroya (sí her)
  • Galdandi Norsk Standard NS9415, Jógvan Juul Olsen, Sp/f RAO (Sí her)
  • Ávirkan av aldugjørdum ráki á alinótir, Heðin Abrahamsen, Fiskaaling/Fróðskaparsetur Føroya (Sí her)
  • Nitrogen-yvirmetning av illveðri, Øystein Patursson, Sp/f RAO (Sí her)
  • Veðurforsagnir í væntu, Bárður Niclasen, Veðurstova Føroya (Sí her)
  • Stutt um nýggja Depilin fyri Havmyndlan á Nàttúruvísindadeildini,  Knud Simonsen, Fróðskaparsetur Føroya (sí her)