Heim
Sitemap
Prenta hesa síðu
RSS

Tíðindaarkiv

» Streymmátari í Suðuroyarfirði22.06.10

Mándagin 21.juni setti Brimil ein streymmátara niður á botnin í Suðuroyarfirði. Hetta er liður í einari verkætlan, sum hevur til endamáls at gagnnýta sjóvarfalsorkuna, og at veita neyvari sjóvarfalskunning.


» Gestafyrilestur um seismikk20.06.10

Hósdagin 24. juni kl. 15.15 heldur Aldo Vesnaver, granskari frá Trieste í Italia, gestafyrilestur í Ovastovu við heitinum: Talking and Listening to Reservoirs: Production Monitoring by Active and Passive Seismic.


» Fýra fingið masterprógv frá Náttúruvísindadeildini17.06.10

Á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum hava fýra lesandi staðið útbúgvingina MSc í leitingarjarðalisfrøði: Benadikt Joensen, Heðin Abrahamsen, Fríðrik Heinesen og Bjarni Petersen.


» Vel millum 12 skeið á Náttúruvísindadeildini10.06.10

Tey, ið vilja uppstiga ella viðlíkahalda sínar fakligu førleikar innan náttúruvísindi og tøkni, kunnu velja millum 12 skeið á Náttúruvísindadeildini á heysti 2010.


» So var øskan aftur her - nú eisini í myndum17.05.10

Mikroskopið á Náttúruvísindadeildini kann nú vísa okkum, hvussu hendan vælsignaða Eyjafjallaøskan sær út: Grábrún, hvassar kantar, gjøgnumskygd og 0,01-0,1 mm til støddar.


» Nýggj samstarvsavtala gagnar KT-verkfrøði30.04.10

Náttúruvísindadeildin bjóðar í ár eina 3-ára BSc útbúgving í KT-verkfrøði við høvuðsdenti á teldufrøði, forritan og internet (software engineering). Fyri at víðka um skeiðsútboðið hava setursumboð vitjað Mittuniversitetið í...


» Bland í klokkutíðunum fyri Munkagrunnin22.04.10

Í talvuni við streymviðurskiftunum á Munkagrunninum, sum standa í Skipalistanum, er tíverri ein villa íkomin. Nýggj talva er nú tøk.

 


» Grein um trygd á sjónum í altjóða vísindatíðarriti07.04.10

Grein um alduvánir og trygd hjá minni førum á sjónum er í seinastu útgávuni av vísindatíðarritinum Marine Structures. Tveir av rithøvundunum starvast á Náttúruvísindadeildini.


» Samstarv við Háskóla Íslands25.03.10

Í hesum døgum undirvísir Logi Jónsson frá Háskóla Íslands á Náttúruvísindadeildini. Hetta er eitt samstarv, sum er fingið ílag í millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetrið.


» Doktararitgerð um føroyskt fiskagelatin17.03.10

Jonhard Eysturskarð hevur vart PhD-ritgerð um gelatin úr fiskaskræðu. Verjan fór fram á Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet (NTNU) í Tróndheimi.


» Stóra Pakkhús í Vági karmur um sjóvarfalsorku og streymkort16.03.10

Hósdagin 18. mars verður greitt frá um arbeiði at kortleggja sjóvarfalsorkuna á landgrunninum, og at menna teldutøk streymkort í Stóra Pakkhúsi í Vági.


» NVD á Aliráðstevnuni 201002.03.10

'Framhaldandi burðardygg føroysk alivinna', var høvuðsyvirskriftin á aliráðstevuni í farnu viku. Náttúruvísindadeildin var umboðað millum fyrilestrarhaldararnar.


» Stór og smá til VITAN Á SKÁK23.02.10

Í vikuni 15.-20. februar skipaði Granskingarráðið fyri átakinum VITAN Á SKÁK við m.ø. almennari kunning um gransking og 90 lýsingum av aktuellum granskingarverkætlanum.


» Fyrilestur á Fiskivinnuskúlanum08.02.10

Seinast í 1980-unum var uppá tal at vinna orku úr Vestmannasundi, og nú verður sjóvarfalsorkan á øllum Landgrunninum kortløgd. Mikudagin 10. februar verður greitt frá hesum verkætlanunum á Fiskivinnuskúlanum í ...


» Mátarin í Leirvíksfirði tikin uppaftur07.02.10

Í vikuskiftinum hevur vaktar- og bjargingarskipið Brimil tikið streymmátaran í Leirvíksfirði uppaftur.


» Tveir nýggir biologar02.02.10

Útbreiðslumynstrið hjá summum av fiskasløgunum undir Føroyum er broytt seinastu árini. Helst er tað tann hækkandi hitiní sjónum, sum er orsøkin til hetta fyribrigdið.


» ODF nýggjur dokumentstandardur?01.02.10

Fríggjadagin varð semja gjørd á Fólkatingi um, at Staturin frá 1. apríl 2011 bert skal brúka opnar dokumentstandardar. Tí tykist tað í løtuni, sum allir statsligir stovnar skulu brúka ODF-formatið, ið m.a. Open Office...


» Aligrein í Ocean Engineering28.01.10

Greinin er eitt av úrslitunum frá granskingar- og útbúgvingar samstarvi millum Fróðskaparsetrið og universitetið í New Hampshire í USA. Eitt samstarv, sum gagnar føroysku alivinnuna.


» Fundur fyri lesandi og starvsfólk27.01.10

Almennur kunningarfundur um bygnaðar- og strategitilgongdina á Fróðskaparsetrinum verður fyri øll lesandi og starvsfólk í Læraraskúlahøllini mikudagin 27. januar kl. 13.00-15.00.


» New hemoglobin gene variants in Faroese cod22.01.10

Biology students sequenced hemoglobin genes from Faroese cod, and found unexpected variation in hemoglobin gene sequences.


Úrslit 1 til 20 av 130

1

2

3

4

5

6

7

Fram >