Enn er møguleiki at søkja útbúgving
Enn eru pláss á bachelor-útbúgvingunum í Lívfrøði og í Jarð- & havfrøði, og til ber at søkja inn á hesar báðar útbúgvingarnar hóast freistin er farin.
BACHELOR ÚTBÚGVINGAR
Náttúruvísindadeildin bjóðar út tríggjar bachelor útbúgvingar:
Jarð- og havfrøði
![]() |
Hevur tú áhuga fyri at vita meir um t.d. upprunan hjá Jørðini, hvussu hon er broytt ígjøgnum milliardir av árum, hvar jarðskjálvtar kunnu henda? Ella hevur tú áhuga fyri at vita meir um leiting eftir ráevnum í undirgrundini, t.d. um møguleikar fyri at finna olju og gass við Føroyar? Eru tað veðurlagsbroytingar og umhvørvisspurningar, sum hava tín áhuga, og t.d. spurningurin um útvinning av grønari orku úr streymi og aldu? Bachelor útbúgvingina í jarð- og havfrøði er tá rætta útbúgvingin fyri teg. Fleiri faksamansetingar eru møguligar.
Lívfrøði
![]() |
Hevur tú áhuga fyri spurningum um t.d. hvussu lívið varð til, hvussu tað broytist, hvussu arvurin stýrir útsjónd og evnum hjá heimsins verum, hvussu verur laga seg til umhvørvið, so er bachelor í lívfrøði ein áhugaverd útbúgving fyri teg. Útbúgvingin gevur tær eina breiða vitan um lívfrøði.
KT-verkfrøði
![]() |
Hevur tú áhuga fyri at arbeiða við KT, tekniskum loysnum og nýggjum vinnumøguleikum, so er KT-verkfrøði rætta útbúgvingin fyri teg. Útbúgvingin gevur tær eina breiða vitan um kunningar og samskiftistøkni (KST).
Aðrar upplýsingar
- Umsóknarblað (umsóknarfreistin var mánadagin 14. juni 2010, men enn eru pláss eftir til Lívfrøði og Jarð- & havfrøði)
- Umsóknarblað til stakgreinalestur (søk skjótast møguligt - enn eru pláss eftir til skeiðini á Lívfrøðilinjuni og Jarð- & havfrøðilinjuni)






