Heim
Sitemap
Prenta hesa síðu
RSS

Bachelor í Jarð- og havfrøði


 

Útbúgvingin

Hevur tú áhuga fyri at vita meir um t.d. upprunan hjá Jørðini, hvussu hon er broytt ígjøgnum milliardir av árum, hvar jarðskjálvtar kunnu henda? Ella hevur tú áhuga fyri at vita meir um leiting eftir ráevnum í undirgrundini, t.d. um møguleikar fyri at finna olju og gass við Føroyar? Eru tað veðurlagsbroytingar og umhvørvisspurningar, sum hava tín áhuga, og t.d. spurningurin um útvinning av grønari orku úr streymi og aldu? Bachelor útbúgvingina í jarð- og havfrøði er tá rætta útbúgvingin fyri teg.

 

Fleiri faksamansetingar eru møguligar, sum geva tær eina breiða vitan um jarð- og havvísindi og um umhvørvisspurningar. Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt fært tú her eisini vitan um føroysku undirgrundina og um sambandið millum havstreymar kring Føroyar, veðurlag og fiskastovnar.

 

Hvussu sær útbúgvingin út? 

Útbúgvingin er skipað í lestrarhálvum (august-desember og januar-juni). Tær eru býttar sundur í tveir blokkar við tveimum skeiðum í hvørjum blokki. Útbúgvingin kann samaskrúvast upp á ymiskar mátar, td við denti á klima og umhvørvi ella olju- og jarðvísindi. Aðrir møguleikar eru eisini fyri at velja sær skeið. Ein handbók er við nágreiniligum lýsingum av øllum skeiðunum í útbúgvingini.

 

Føroyar eru áhugaverdar fyri jarð- og havfrøðingar

Stórur áhugi er fyri føroysku undirgrundini. Mong altjóða oljufeløg hava seinnu árini verið virkin í leiting eftir olju og gassi í føroyska økinum. Vónir eru um, at olja og gass kunnu geva týðandi inntøkur til føroyska samfelagið. Nógv spennandi granskingarvirksemi er í gongd fyri at fáa meiri vitan føroysku undirgrundina.

 

Stórur áhugi er somuleiðis fyri havinum kring Føroyar. Her reka stórir streymar, ið ávirka veðurlagið kring allan heim, og her eru ómetaligir fiskastovnar, ið hava avgerandi fíggjarligan týdning fyri Føroyar. Aldu- og streymviðurskiftini hava eisini avgerandi týdning fyri møguleikarnar at ala fisk. Hesi viðurskifti hava sett føroyska havgransking á heimskortið.

 

Hvat verður lært um?

Í útbúgvingini verður lært um bæði jarð- og havvísindi í breiðum týdningi. Stødd- og alisfrøði eru við sum grundarlags lærugreinir.

 

Í jarðvísindum verður byrjað við grundleggjandi jarðfrøði og jarðalisfrøði við dømum m.a. úr føroysku undirgrundini. Síðan verður komið inn á fortreytir fyri, at ráevni sum t.d. olja og gass kunnu blíva til í undirgrundini, og arbeitt verður við ymiskum leitingarhættum eftir ráevnum í undirgrundini, bæði seismiskum og ikki-seismiskum hættum.

 

Í havvísindum verður byrjað við yvirliti yvir týðandi eginleikar og tilgongdir í havinum og luftini, m.a. við atliti at veðurlagsbroytingum. Síðan verður komið inn á, hvørji viðurskifti stýra ymsu rørslunum í havinum, so sum streymi, sjóvarfalli og aldu. Arbeitt verður eisini við, hvussu teldumodell kunnu gerast fyri rørslur í havinum.

 

 

Hvat kann útbúgvingin brúkast til?

Útbúgvingin gevur tær vitan og førleika til at luttaka í víðfevndum arbeiði við jarð- og havvísindaligum evnum, ið m.a. kunnu snúgva seg um rannsóknir eftir ráevnum í undirgrundini,  havfrøðiligar umhvørvisligar rannsóknir. Útbúgvingin gevur eisini grundarlag fyri fyrisitingarligum arbeiði, t.d. í oljufyrisiting ella umsiting av havumhvørvinum.

 

Við hesi útbúgvingini kanst tú gerast partur av einum spennandi og týdningarmiklum fakøki. Og hevur tú hug at útbúgva teg víðari oman á hesa útbúgvingina, ja so er heimurin opin fyri tær, tí hetta er ein altjóða útbúgving.

 

 

Umsóknarblað

Umsóknarblað til útbúgvingina fæst her.