Bachelor í KT-verkfrøði (byrjan í 2010)
|
Útbúgvingin
Hevur tú áhuga fyri at arbeiða við KT-loysnum og nýggjum vinnumøguleikum, so er KT-verkfrøði rætta útbúgvingin fyri teg.
Útbúgvingin gevur tær eina breiða vitan um kunningar- og samskiftistøkni. Dentur verður lagdur á software menning innan tekniskar, fyrisitingarligar og handilsligar telduskipanir. Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti. Dentur verður lagdur á føroysk evni og nýtslumøguleikar.
Útbúgvingin í KT-verkfrøði er broytt munandi í mun til skránna frá 2008, tá KT-verkfrøði varð bjóðað fyrstu ferð. Høvuðsdentur er nú lagdur á software (sí leinkjurnar niðanfyri á síðuni).
Upptøkutreytir
Miðnámsútbúgvingar við B-stigi í støddfrøði geva atgongd til útbúgvingina.
KT-verkfrøði í Føroyum
Stórur áhugi er fyri at menna KT-vinnur, sum kunnu styrkja føroyska vinnulívið og samfelagið. KT-verkfrøði er ein sera viðkomandi útbúgving, tá ræður um at menna KT-skipanir. KT-, fjarskiftis- og orkuveitarar kunnu brúka fólk við hesi útbúgving til menning av teirra kjarnuvirksemi. Tað er átroðkandi brúk fyri KT-verkfrøðingum í Føroyum.
Hvat verður lært um?
KT-verkfrøði er ein fjølbroytt universitetsútbúgving. Tú lærir um teldutøkni – forritan, nýtslu, datasamskifti, teldunetverk og internet. Tú fært gott innlit í telduskipanir til vinnulívið og samfelagsfyrisitingina.
Hvat kann útbúgvingin brúkast til?
Sum KT-verkfrøðingur hevur tú møguleika at arbeiða í KT vinnuni við framkomnum KT-skipanum. Dømi um arbeiðsøki eru m.o.:
- Arbeiði við software menning og KT-verkætlanarleiðslu í t.d. KT-fyritøkum, fjarskiftis- og internet-fyritøkum, byggivinnu, bankum, tryggingarfeløgum og almennari fyrisiting. Hetta er støðið fyri víðfevndum samskifti og handilslívi í samfelagnum, vinnulívinum og privat.
- Professionel fyrisitingarlig nýtsla av KT til projektstýring, til fyrisitingarskipanir og til leiðsluskipanir. Hetta er ein fortreyt fyri einum vælvirkandi vinnulívi og einum vælvirkandi samfelagi.
- Effektiv nýtsla av KT til datainnsavning og -viðgerð innan gransking ella ráðgevandi verkfrøði, t.d. viðvíkjandi varandi orkuframleiðslu og orkusparandi skipanir.
- KT í veðurlagskanningum og -forsøgnum, seismiskum kanningum í samband við oljuleiting, heilsukanningar og -gransking, o.m.a.
KT-verkfrøði gevur tær fjølbroyttar vinnumøguleikar, og er eisini støði fyri víðari útbúgvingum víða um heim, tí hetta er ein altjóða útbúgving.
Slóðir
:: Umsóknarblað
:: Innihaldsyvirlit fyri útbúgvingina
:: Skeiðshandbók - lýsing av øllum skeiðunum



