Heim
Sitemap
Prenta hesa síðu
RSS

Upptøkutreytir á Náttúruvísindadeildini

Nágreiniligu upptøkutreytirnar fyri útbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini eru sum greitt frá niðanfyri. Um spurningar eru, vendið tykkum so til Hans Paula Joensen, á telduposti hanspj(sært tú hetta dagfør tín kagara)@(sært tú hetta dagfør tín kagara)setur.fo ella á telefon 352550.

 

Jarð- og havfrøði

Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við ávísum fortreytum í stødd-, alis- og evnafrøði. Aðrar javngóðar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting. Niðanfyri nevndu miðaltøl eru roknað av endaligum skrivligum og munnligum úrslitum í ársmetum og próvtøkuúrslitum. 

 

Alisfrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum. 

 

Støddfrøði

  1. Støddfrøði á A stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum, ella
  2. Støddfrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 8 eftir 13-stiganum. Kravt er, at umsøkjarar við B stigi í støddfrøði taka skeiðið “Innleiðandi støddfrøði” í fyrstu lestrarhálvu. 

Evnafrøði á C stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum. 

 

Tó er fortreytin fyri at at velja skeiðini í evnafrøði ein av hesum:

  1. Evnafrøði á C stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 8 eftir 13-stiganum.
  2. Evnafrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum.
  3. Evnafrøði á C stigi og lívfrøði á A stigi, har miðaltalið í hvørji lærugrein er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum.

 

KT-verkfrøði

Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B stigi, har miðaltalið í støddfrøði - roknað av endaligum skrivligum og munligum úrslitum í ársmetum og próvtøkuúrslitum - er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum. Aðrar javngóðar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting. 

 

Lívfrøði

Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við  

 

Alisfrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum. 

 

Støddfrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum.

 

Evnafrøði

  1. Evnafrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum
  2. Evnafrøði á C stigi og lívfrøði á A stigi, har miðaltalið í hvørji lærugrein er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum.

Nevndu miðaltølini eru roknað av endaligum skrivligum og munligum úrslitum í ársmetum og próvtøkuúrslitum. Aðrar javngóðar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting.