
»Tuesday 09. of March 2010 Amerikanski sendiharrin Laurie S. Fulton heldur fyrilestur
Í USA er tað vanligt, at forsetar, politikarar, sendiharrar og onnur halda fyrilestrar á universitetunum. Fyrilesturin verður hildin í Norðurlandahúsinum 12. mars kl. 14.00.
»Friday 05. of March 2010 Psykiatriski Depilin skipar fyri Skeiði í “Academic Writing”
Skeið við Bobby Zachariae, Professor, dr.med., Psykoonkologisk Forskningsenhed, Aarhus. Skeiðið gevur 4 ECTS stig og kann teljast við í PhD útbúgving.
»Thursday 04. of March 2010 Umsóknarfreistin hjá starvslesandi broytt til 1. apríl
Nú stundar aftur til, at sendistovurnar taka inn starvslesandi og í ár er avgjørt at broyta umsóknarfreistina fyri fyrru hálvu til 1. apríl soleiðis, at starvslesandi hava longri fyrireikingartíð í samband við flyting. ...
»Thursday 04. of March 2010 KT verkseting og ”effektir”
Týsdagin 9. mars, kl. 19.30-21.30 er framløga á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum. Gransking: THS í føroyska heilsuverkinum. Gestafyrilestrahaldarar eru Lektor Poul Erik Rostgård Andersen og lektor Bjarne Rerup Schlichter.
»Tuesday 02. of March 2010 NVD á Aliráðstevnuni 2010
'Framhaldandi burðardygg føroysk alivinna', var høvuðsyvirskriftin á aliráðstevuni í farnu viku. Náttúruvísindadeildin var umboðað millum fyrilestrarhaldararnar.
»Monday 01. of March 2010 Aftur í ár bjóða vit Cambridge próvtøkur
Tilmeldingarblað kann fáast til vega við at venda sær til Setursskrivstovuna
»Friday 26. of February 2010 Skeið um postkolonialismu í norðurlendskum bókmentum
25. mars er seinasta freist at melda seg til NORDLIKS intensivskeiðið um postkolonialismu, sum verður hildið 9.-13. august 2010 á Føroyamálsdeildini.
»Thursday 25. of February 2010 Enn eru nøkur pláss eftir til masterskeið í løgfrøði
Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar í vár út masterskeið í løgfrøði, ið eftir umsókn kann gerast partur av masterútbúgving.
»Wednesday 24. of February 2010 Íslendskur lestrarstuðul
Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul (120.000 ísl.kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2010/2011.
»Wednesday 24. of February 2010 Frændafundur 7 lýsir eftir fyrilestrum
Føroysk-íslendska granskingarsamstarvið millum Fróðskaparsetur Føroya og Hugvísindadeild Háskóla Íslands sóknast eftir fyrilestrum til ráðstevnu í Reykjavík
21.-22. august.
»Tuesday 23. of February 2010 Stór og smá til VITAN Á SKÁK
Í vikuni 15.-20. februar skipaði Granskingarráðið fyri átakinum VITAN Á SKÁK við m.ø. almennari kunning um gransking og 90 lýsingum av aktuellum granskingarverkætlanum.
»Thursday 18. of February 2010 Kanning av livikorunum hjá fólkapensionistum
Fróðskaparsetrið (Søgu- og samfelagsdeildin) er farið undir at gera kanning av livikorunum hjá fólkapensionistum. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur í samstarvi við Landsfelag Pensjonista tikið stig til...
»Thursday 18. of February 2010 Norski Merkur-stovnurin mennir handlar í útjaðaranum
Í farnu viku vóru umboð fyri Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á arbeiðsferð í Norra í samband við verkætlanina Retail in Rural Regions – á føroyskum handil í útjaðaranum.
»Monday 08. of February 2010 Fyrilestur á Fiskivinnuskúlanum
Seinast í 1980-unum var uppá tal at vinna orku úr Vestmannasundi, og nú verður sjóvarfalsorkan á øllum Landgrunninum kortløgd. Mikudagin 10. februar verður greitt frá hesum verkætlanunum á Fiskivinnuskúlanum í ...
»Monday 08. of February 2010 Gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Í dag mánadagin tann 8. februar kl. 14.00 varð gávugóðs latið Herborg Silju Strøm úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Handanin fór fram á einum hátíðarhaldi á setursskrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya.
»Monday 08. of February 2010 Føroysk málgransking í altjóða tíðarriti
Í komandi útgávuni av International Journal of Multilingualism hevur mál- og samfelagsfrøðingurin, Karin Jóhanna L. Knudsen, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, eina grein.
»Sunday 07. of February 2010 Mátarin í Leirvíksfirði tikin uppaftur
Í vikuskiftinum hevur vaktar- og bjargingarskipið Brimil tikið streymmátaran í Leirvíksfirði uppaftur.
»Tuesday 02. of February 2010 Tveir nýggir biologar
Útbreiðslumynstrið hjá summum av fiskasløgunum undir Føroyum er broytt seinastu árini. Helst er tað tann hækkandi hitiní sjónum, sum er orsøkin til hetta fyribrigdið.
»Monday 01. of February 2010 ODF nýggjur dokumentstandardur?
Fríggjadagin varð semja gjørd á Fólkatingi um, at Staturin frá 1. apríl 2011 bert skal brúka opnar dokumentstandardar. Tí tykist tað í løtuni, sum allir statsligir stovnar skulu brúka ODF-formatið, ið m.a. Open Office...
»Friday 29. of January 2010 Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya 50 ár
Í samband við at Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya verður 50 ár, verður reseptión á skúlanum, Jónas Broncksgøta 25, 1. februar 2010 frá kl. 15 – 17. Øll eru vælkomin.
