»Wednesday 07. of April 2010 Leys størv á Søgu- og samfelagsdeildini
Á Søgu- og samfelagsdeildini eru tvey parttíðar (20%) granskingar- og undirvísingarstørv í løgfrøði leys at søkja.
»Wednesday 07. of April 2010 Grein um trygd á sjónum í altjóða vísindatíðarriti
Grein um alduvánir og trygd hjá minni førum á sjónum er í seinastu útgávuni av vísindatíðarritinum Marine Structures. Tveir av rithøvundunum starvast á Náttúruvísindadeildini.
»Thursday 25. of March 2010 Samstarv við Háskóla Íslands
Í hesum døgum undirvísir Logi Jónsson frá Háskóla Íslands á Náttúruvísindadeildini. Hetta er eitt samstarv, sum er fingið ílag í millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetrið.
»Tuesday 23. of March 2010 Skeið um postkolonialismu í norðurlendskum bókmentum
25. mars er seinasta freist at melda seg til NORDLIKS intensivskeiðið um postkolonialismu, sum verður hildið 9.-13. august 2010 á Føroyamálsdeildini.
»Wednesday 17. of March 2010 Doktararitgerð um føroyskt fiskagelatin
Jonhard Eysturskarð hevur vart PhD-ritgerð um gelatin úr fiskaskræðu. Verjan fór fram á Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet (NTNU) í Tróndheimi.
»Tuesday 16. of March 2010 Stóra Pakkhús í Vági karmur um sjóvarfalsorku og streymkort
Hósdagin 18. mars verður greitt frá um arbeiði at kortleggja sjóvarfalsorkuna á landgrunninum, og at menna teldutøk streymkort í Stóra Pakkhúsi í Vági.
»Friday 05. of March 2010 Psykiatriski Depilin skipar fyri skeiði í “Academic Writing”
Skeið við Bobby Zachariae, professari, dr.med., Psykoonkologisk Forskningsenhed, Aarhus. Skeiðið gevur 4 ECTS stig og kann teljast við í PhD útbúgving.
»Thursday 04. of March 2010 Umsóknarfreistin hjá starvslesandi broytt til 1. apríl
Nú stundar aftur til, at sendistovurnar taka inn starvslesandi og í ár er avgjørt at broyta umsóknarfreistina fyri fyrru hálvu til 1. apríl soleiðis, at starvslesandi hava longri fyrireikingartíð í samband við flyting. ...
»Thursday 04. of March 2010 KT verkseting og ”effektir”
Týsdagin 9. mars, kl. 19.30-21.30 er framløga á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum. Gransking: THS í føroyska heilsuverkinum. Gestafyrilestrahaldarar eru Lektor Poul Erik Rostgård Andersen og lektor Bjarne Rerup Schlichter.
»Tuesday 02. of March 2010 NVD á Aliráðstevnuni 2010
'Framhaldandi burðardygg føroysk alivinna', var høvuðsyvirskriftin á aliráðstevuni í farnu viku. Náttúruvísindadeildin var umboðað millum fyrilestrarhaldararnar.
»Friday 26. of February 2010 Skeið um postkolonialismu í norðurlendskum bókmentum (copy 1)
25. mars er seinasta freist at melda seg til NORDLIKS intensivskeiðið um postkolonialismu, sum verður hildið 9.-13. august 2010 á Føroyamálsdeildini.
»Thursday 25. of February 2010 Enn eru nøkur pláss eftir til masterskeið í løgfrøði
Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar í vár út masterskeið í løgfrøði, ið eftir umsókn kann gerast partur av masterútbúgving.
»Wednesday 24. of February 2010 Íslendskur lestrarstuðul
Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul (120.000 ísl.kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2010/2011.
»Tuesday 23. of February 2010 Stór og smá til VITAN Á SKÁK
Í vikuni 15.-20. februar skipaði Granskingarráðið fyri átakinum VITAN Á SKÁK við m.ø. almennari kunning um gransking og 90 lýsingum av aktuellum granskingarverkætlanum.
»Thursday 18. of February 2010 Kanning av livikorunum hjá fólkapensionistum
Fróðskaparsetrið (Søgu- og samfelagsdeildin) er farið undir at gera kanning av livikorunum hjá fólkapensionistum. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur í samstarvi við Landsfelag Pensjonista tikið stig til...
»Thursday 18. of February 2010 Norski Merkur-stovnurin mennir handlar í útjaðaranum
Í farnu viku vóru umboð fyri Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á arbeiðsferð í Norra í samband við verkætlanina Retail in Rural Regions – á føroyskum handil í útjaðaranum.
»Monday 08. of February 2010 Fyrilestur á Fiskivinnuskúlanum
Seinast í 1980-unum var uppá tal at vinna orku úr Vestmannasundi, og nú verður sjóvarfalsorkan á øllum Landgrunninum kortløgd. Mikudagin 10. februar verður greitt frá hesum verkætlanunum á Fiskivinnuskúlanum í ...
»Monday 08. of February 2010 Gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Í dag mánadagin tann 8. februar kl. 14.00 varð gávugóðs latið Herborg Silju Strøm úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Handanin fór fram á einum hátíðarhaldi á setursskrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya.
»Monday 08. of February 2010 Føroysk málgransking í altjóða tíðarriti
Í komandi útgávuni av International Journal of Multilingualism hevur mál- og samfelagsfrøðingurin, Karin Jóhanna L. Knudsen, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, eina grein.
»Sunday 07. of February 2010 Mátarin í Leirvíksfirði tikin uppaftur
Í vikuskiftinum hevur vaktar- og bjargingarskipið Brimil tikið streymmátaran í Leirvíksfirði uppaftur.


