Skriva út

1. Master útbúgving:

Fróðskaparsetrið bjóðar út masterutbúgving á 120 ECTS í fólkaheilsu (Master of Public Health). Útbúgvingin er ætlað heilsufakfólkum við miðallangum útbúgvingum á bachelorstigi, eitt nú sjúkrarrøktarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, bioanalytikarar o.fl., t.v.s. starvsbólkar, ið virka á starvsøkjunum heilsuvísindi/fólkaheilsu/sosialheilsu. Umsøkjarar við samfelagsfakligari ella námsfrøðiligari bachelorútbúgving, eitt nú sosialráðgevarar, lærarar  og námsfrøðingar kunnu eisini søkja um upptøku.

Tikið verður upp fyrstu ferð til fulla útbúgving á heysti 2016 á tann hátt, at útbúgvingin verður tikin yvir 4 ár (hálv ferð). Tey, sum verða innskrivað til fulla útbúgving, gjalda ikki lestrargjald.

Tey, sum eru byrjaði at lesa stakgreinalestur í 2014, kunnu søkja um at verða innskrivaði til fulla útbúgving og um at fáa góðskrivað tey skeið, ið tey hava staðið sum stakgreinalesandi. Tey verða so eftir ætlan liðug við lesturin í 2018. Tá hesi eru innskrivaði til fulla útbúgving, gjalda tey ikki lestrargjald fyri restina av skeiðunum.

3,6 mill. kr. verða settar av í tíðarskeiðinum 2016 – 2020 (5 ár) til setan av einum vísindafólki við lektaraførleika ella professaraførleika, sum skal verða við til at menna, reka og góðskutryggja útbúgvingina.