Skriva út

Tim Murphy

Tak niður grein:

Reflections on the „Other Rights“ Provision in the Draft New Constitution of the Faroe Islands 

Føroyskt úrtak 
Stjórnarskipanarnevndin hevur í uppskoti sínum í Fyrra Flaggdagsáliti til nýggja føroyska stjórnarskipan valt at skriva ta hugsanina beinleiðis inn í stjórnarskipanina, at tað kunnu vera onnur stjórnarrættindi, ið eiga verju, hóast tey ikki verða nevnd millum beinleiðis ásettu rættindini. Frammanfyri ítøkiliga rættindapartinum undir yvirskriftini „Almenn rættindi og skyldur“ er grein 8, ið ber heitið „Onnur rættindi“: „Umframt rættindi ásett í hesi skipan verjir hon onnur rættindi, sum eru sjálvsøgd, ómissandi ella neyðug.„ Verða teir at virka undir hesi skipan, fáa dómstólarnir í Føroyum við hesum beinleiðis heimild til at viðurkenna stjórnarrættindi, ið ikki eru at síggja í skrivaða skjalinum. Henda grein hugleiðir um ta aktivismu frá dómstólunum, ið ein stjórnarskipanargrein sum henda kann fara at hava við sær. Hesar hugleiðingar eru fyrst og fremst grundaðar á læruna um óskrivað rættindi, ið eru ment undir írsku stjórnarskipanini, Bunreacht na hÉireann, frá 1937. Víst verður á, at hóast virðismikið so er vanliga kjakið um dómstólaaktivismu í sambandi við rættindi uttan fyri tekstin grundað á stórar misskiljingar um, hvørji fyribrigdi hugtøkini lóg og rættindi sipa til. Greinin leggur út eitt ástøði um lóg, ið svarar til Aristotelsku-rómversku-thomistisku tradisjónina innan løgvísindi, og greinin roynir at grundgeva fyri, hví hetta er einasta farbara leið, um ein vil skilja og góðtaka andsøgnirnar, ið koma í innan rættindadiskurs.

English Summary 
The Faroese Constitutional Committee have decided to incorporate explicitly in the text of the Draft New Constitution the idea that there may be constitutional rights that should be defended and protected that do not appear in the rights provisions of the Draft. Preceding the catalogue of rights in the constitutional text, under the heading „General Rights and Duties“, is Article 8, titled „Other Rights“: „In addition to the Rights enumerated in this Constitution, other rights shall be defended that are self-evident, inalienable or necessary.„ The judicial organ of the Faroese polity, therefore, if operating under this clause, would unambiguously be empowered to recognise constitutional rights not found in the text. This article reflects on the debate and discussion about judicial activism that Article 8 would be likely to provoke. This reflection is based mainly on the doctrine of unenumerated rights that has developed under the 1937 Constitution of Ireland, Bunreacht na hÉireann. It is suggested that, while valuable, typical debates on judicial activism in the context of extra-textual constitutional rights are based on fundamental misconceptions regarding the nature of law and rights. The article outlines the theory of law in the Aristotelian-Roman-Thomist jurisprudential tradition and argues that this theory is the only viable option if one seeks to understand and accept the paradoxes involved in rights discourse.