Skriva út

Námslektarar í sjúkrarøktarfrøði 

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS) á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir tveimum námslektarum í sjúkrarøktarfrøði at byrja 1. januar 2024. Tað fyrra starvið verður sett fram til 31. desember 2028 og hitt til 31. desember 2025.

Starvsøki

Starvið sum námslektari fevnir um undirvísing í sjúkrarøktarfrøði, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir, umframt ástøðiliga vegleiðing og próvtøkur hjá lesandi, ið eru í kliniskari starvsvenjing. Námslektarin er harafturat við til at skipa og menna undirvísingina í sjúkrarøktarfrøði. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við útbúgvingarleiðararnar, undirvísararnar á útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði, starvsfólk á DHS og aðrar samstarvspartar, t.d. á tí kliniska økinum. 

Førleikar

Umsøkjarin skal vera sjúkrarøktarfrøðingur við í minsta lagi trý ára royndum í kliniskari sjúkrarøkt og hava viðkomandi ph.d.-útbúgving ella í minsta lagi eina hægri útbúgving á masterstigi (120 ECTS). Umsøkjarin skal kunna samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

  • kunnleika til útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði á DHS
  • royndir við undirvísing
  • viðkomandi ph.d.
  • granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum
  • góð samskiftis- og samstarvsevni

Starvið sum námslektari er fulltíðar undirvísingarstarv. Námslektarin skal hava góðan fakligan førleika, vísindaligan førleika, og harafturat góðan námsfrøðiligan førleika. Við tað at sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin, umframt ástøðiliga fakøkið, eisini hevur klinisk fakøki, eru kliniskar royndir og innlit í føroyska heilsu- og almannaverkið og heilsu- og fyribyrgingarstovnar undir landinum og Kommunufelagnum ein fyrimunur. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu, men kann frá dekani fáa tillutað granskingartíð. Tó eru granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum av týdningi.

Umsóknin

Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, starvsroyndir, royndir við undirvísing og gransking á kliniska økinum í sjúkrarøktarfrøði umframt samskipan í heilsuverkinum. 

Umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum o.ø. skal sendast her.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Freist

Umsóknarfreist er tann 31.10.23.

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til varadekanin, May-Britt Skoradal, maybritts@setur.fo, tlf. 292253, ella til dekanin, Magna Mohr, magnim@setur.fo, tlf. 292270.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Um deildina

Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi verður undirvíst og granskað í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum í breiðari merking. Skipað verður eisini fyri serstøkum skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi.

Endamálið við útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði er at geva teimum lesandi førleika at virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar og vera við í tvørfakligum samstarvi. Útbúgvingin skal í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnskapi.

Bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði fatar um ástøðiliga undirvísing á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og kliniska undirvísing á ymiskum økjum innan primera- og sekundera økið í heilsu-, almanna- og kommunugeirunum. 

Stutt um Setrið:

Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

 

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá  okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.