Bergur Djurhuus Hansen varð tráðspurdur av amerikanarum um føroysk viðurskifti eftir sín fyrilestur
18.04.2024
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Stórur áhugi í New York fyri føroyskari søgu og mentan

Týskvøldið helt Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, áhugaverdan fyrilestur í Scandinavian House í New York, og áhugin var stórur

Føroysku mentanardagarnir í New York halda fram, har amerikanarar hava høvi at hoyra um Føroyar.

Fyrilesturin, sum Bergur Djurhuus Hansen helt, hevði heitið "The Faroe Islands and the Arcticfication of the North" snúði seg um føroyska søgu og mentan og um, hvussu broytingarnar, sum nú henda í arktiska økinum, ávirka Føroyar.

Bergur Djurhuus Hansen greiddi frá menningini av føroyska samfelagnum, um tjóðskaparrørsluna, málstríðið og um føroyskar bókmentir og um tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman.

Hann vísti á, at hóast Føroyar landafrøðiliga liggja sunnan fyri polarsirkulin, so eru Føroyar partur av Arktis, og oyggjarnar verða av summum sæddar sum góðir løgasteinar á leiðini norðureftir. Slíkar hugsanir síggjast eisini í gomlum ferðafrásagnum, ið lýstu Føroyar sum endan á Evropa, eitt markamót í Norðuratlantshavi.

-         Meðan norðurlendski felagsskapurin, sum Føroyar eru partur av, í stóran mun snýr seg um mentan og virði, snýr tað alsamt vaksandi kjakið um Arktis seg um kreppur av ymsum slagi, politiskt, hernaðarliga, umhvørvisliga o.s.fr. Tað er ein nýggjur samanhangur, sum Føroyar verða sæddar í, og tí er tað nú meiri enn nakrantíð tørvur á, at fólk í Føroyum siga søgur um seg sjálvi í altjóða høpi, segði Bergur Djurhuus Hansen.

Eisini vísti hann á, at fólk í Føroyum fylgja sera væl við í, hvussu onnur lýsa seg og sítt land, og at spurningar um, hvørja leið Føroyar skulu halda í altjóða politikki og á annan hátt, støðugt eru til almenna umrøðu.

Eftir fyrilesturin høvdu áhoyrararnir høvi at seta spurningar og tað var eyðsæð, at áhugin fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum var stórur. Áhoyrararnir vildu eitt nú vita meira um føroyskt mál, tilflyting, búskap, átrúnað, burðardygd og sambandið við umheimin.

Tiltakið var partur av stóra føroyska mentanarátakinum Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days í Scandinavia House, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið og Visit Faroe Islands skipa fyri í samstarvi við American-Scandinavian Foundation og Scandinavia House frá apríl til juli.

Mentanardagarnir eru stuðlaðir av FarCargo, Atlantic Airways, Faroe Ship, Hiddenfjord, Betri Trygging, Føroya Tele, O.C. Joensen, Ocean Rainforest og Føroya Bjór.

Les meira um føroyska mentanarátakið á heimasíðuni hjá Scandinavia House her.