3
mai



Kl. 13:00. Aulan á Námsvísindadeildini, Frælsið 20, Havn Tiltak

Skriva út

Alment tiltak: Námsvísindaligur granskingardagur 2024

Árligi námsvísindaligi granskingardagurin á Fróðskaparsetri Føroya verður nú aftur hildin. Hann er læruríkur, ókeypis og øll eru vælkomin. Men tilmelding krevst

Øll, sum hava áhuga í gransking í skúlaskapi og námsfrøði, áttu at sett kross í kalendaran 3. mai.

Tá bjóðar Námsvísindadeilin til alment og ókeypis tiltak í auluni á Frælsinum 20 í Havn, har júst gransking í skúlaskapi og námsfrøði verður sett á breddan.

Á skránni verða framløgur við úrslitum av kanningum og gransking, sum er gjørd á Námsvísindadeildini, og vónin er, at í minsta lagi eins mong koma at lurta og spyrja sum á granskingardegnum í fjør.

Skráin:

13.00-13.10:
 Vælkomin: Ingi Heinesen Højsted.

13.10-14.00:
Læring og trivnaður í skiftinum frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla - hvat vísir nýggjasta altjóða granskingin?: Sonja Olsen.
Inkluderandi skúlaskapur úr sjónarhorninum hjá næmingum: Frida Poulsen.
Vaksandi happingartøl – hugleiðing og hugburður: Katrin av Kák

14.00-14.50:
Søgulig gongd í tónleikaútbúgving í Føroyum: Knút Háberg Eysturstein
Gransking í skúlaítrótti: Helgi Winther Olsen
Menning av skilvísari hugsan við GeoGebra: Ingi Heinesen Højsted

14.50-15.05 Kaffi og afturvið

15.05-16.00:

Tann tilvitaði borgarin - hugburðurin til lærugreinarnar og hugburðsávirkanin á læruúrtøkuna: Erla Olsen.
Research-based overview of Faroese policy on teaching Faroese as a second language in compulsory school and its significance for inclusion: Kalpana Vijayavarathan.
Árið, ið fór – stutt kunning um tey fimm granskingaravrikini í 2023: Hans Harryson.
 
Tiltakið er, sum nevnt, ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.
Melda til her.

Tíðspunkt
fríggjadagur 3. mai, kl 13:00
Longd
13:00 - 16:00
Stað
Aulan á Námsvísindadeildini, Frælsið 20, Havn