23
mai



Kl. 14:00. Kongshøll, Vestara bryggja í Havn Tiltak

Skriva út

Fyrilestur: Almenn leiðsla í rembingartíð

Spennandi almennur fyrilestur verður í Kongshøll við navnframa Kurt Klaudi Klausen, professara, sum eisini undirvísir á masterútbúgvingini á Setrinum í Leiðslu og Skipan

Fyrilesturin hjá Kurt Klaudi Klausen er um almenna leiðslu í rembingartíð, sum jú setir heilt onnur og nýggj krøv til almennar leiðarar.

Tey lesandi á Setrinum á útbúgvingini í Leiðslu og Skipan fáa stórt gagn av roynda og vællýdda undirvísaranum og granskaranum, sum hevur vunnið heiður fyri sín stóra førleika at undirvísa og granska, og sum eisini hevur útgivið ein hóp av fakbókum um leiðslu.

Og 23. mai fær almenningurin - og almennir leiðarar og onnur við áhuga fyri leiðslu í Føroyum - eisini høvi at hoyra Kurt Klaudi Klausen greiða frá.

Í sínum fyrilestri lýsir hann, hvussu kreppur - so sum koronusjúkan - bjóða etableraðum politikki og strategi av og seta galdandi hugsan um stýring og leiðslu undir trýst. Í rembingartíð krevst, at leiðslan hevur dirvi at virka uttan fyri sítt vanliga leiðslurúm - í sokallaða millumrúminum ella í ongamannalandinum ímillum deildir, fakøki og stovnar, har ólýstar og óloystar uppgávur og trupulleikar krevja eina trygga hond.

Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin, sum er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding innan 20. mai.

Melda til fyrilesturin her.

Tíðspunkt
hósdagur 23. mai, kl 14:00
Longd
Stað
Kongshøll, Vestara bryggja í Havn