7
mai



Kl. 16:00. Kongshøll, Vestara bryggja í Havn Tiltak

Skriva út

Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?

7. mai klokkan 16 verður opið hús í Kongshøll, har tínir møguleikar fyri universitetslestri verða á skránni

Umhugsar tú at taka eina hægri universitetsútbúgving og gera eina góða íløgu í tína framtíð?

Kom so í Kongshøll 7. mai, har Heini í Skorini fer at greiða frá universitetslestri og teimum mongu og spennandi hægri útbúgvingunum á altjóða stigi, sum tú kanst taka á Fróðskaparsetrinum. Heini fortelur eisini um sína egnu útbúgvingarleið, sum røkkur frá okkara universiteti á Fróðskaparsetrinum til universitet úti í heimi og aftur á Fróðskaparsetrið.

Okkara lestrarvegleiðarar eru eisini á staðnum við kunning, kaffi og karamellum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Á Setrinum eru bachelorútbúgvingar, diplomútbúgvingar og masterútbúgvingar, sum tú kanst taka, so hevur tú hug at blíva partur av lestrarumhvørvinum á okkara universiteti, send so eina umsókn.

Vit eru umleið 1000 lesandi á eini 25 ymsum útbúgvingum, og kanningar vísa, at arbeiðsmarknaðurin er svangur eftir fólki, sum hava staðið prógv her. Næstan øll, sum hava fingið prógv á Setrinum, eru annaðhvørt lestrarviðkomandi starvi ella eru farin undir enn hægri lestur eitt ár eftir prógvhandanina.

Uttan mun til, hvat tú vilt lesa ella hví, so ert tú hjartaliga vælkomin, og Setrið gevur tær avbjóðingar – og stuðul – til at vaksa, mennast og fáa týdningarmikla nýggja vitan og praktiskar førleikar.

Tú fert at uppliva ovurstóru broytingina, sum hægri útbúgving hevur við sær, og spennandi nýggj útlit fyri tína starvsleið og tínar møguleikar fyri at geva íkast til heimin kring teg.

Tú verður partur av einum serligum universiteti við stórum altjóða útsýni, men sum samstundis er miðsavnað um at nøkta tørvin, sum er í føroyska samfelagnum.

Lestrarskrivstovan er altíð klár at veita tær vegleiðing.

Lesið meira her.

Umsóknarfreist fyri kvotu 1 er 1. juli.

Tíðspunkt
týsdagur 7. mai, kl 16:00
Longd
16:00 - 18:00
Stað
Kongshøll, Vestara bryggja í Havn