Heim

Um Setrið

Tann 1. august 2008 var ein søguligur dagur hjá Fróðskaparsetri Føroya, tí henda dag vórðu Læraraskúlin, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og tað, sum fyrr nevndist Fróðskaparsetur Føroya, løgd saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya.

Nýggja lógin sæst her
    

Stýrið hevur sett Jóan Paula Joensen sum rektara fyribils. Setursráð eins væl og megindeildarráð eru farin í søguna. Tað var í hesum ráðum, at tær yvirskipaðu avgerðirnar vóru tiknar á Fróðskaparsetrinum fram til 1. august 2008. Eftir nýggju lógini fyri Fróðskaparsetrið skal stovnurin skipast í fakultet, og leiðararnir á teimum verða nevndir dekanar. Dekanarnir verða settir av rektaranum.
    

Rektarin hevur tí frá 1. august 2008, og til onnur boð koma, sett Jóannes Hansen og Súsonnu M. Mortensen sum dekanar fyri ávíkavíst Læraraskúlan og Sjúkrarøktarfrøðiskúlan, kortini so at tey bæði framhaldandi varðveita starvsheitið rektari, til annað verður avgjørt.
    

Turið Sigurðardóttir er tilnevnd sum dekanur á Føroyamálsdeildini, Hans Pauli Joensen á Nátturuvísindadeildini og Elin Súsanna Jacobsen á Søgu- og samfelagsdeildini. Tey vóru øll megindeildarformenn frammanundan. Dekanarnir hava ábyrgdina av undirvísingini og granskingini á teimum einstøku fakultetunum.
    

Til fyrisitingarstjóra fyri Fróðskaparserinum hevur rektarin tilnevnt setursskrivaran Rúnu Hjelm.

Stovnurin er í høvðusheitum alment fíggjaður, tvs. at stovnurin fær eina árliga játtan á løgtingsfíggjarlógini, sum fyri fíggjarárið 2010 er áljóðandi 68.178 tkr. Í 2010 er nettoútreiðslujáttanin 30.101 tkr. til kjarnuvirksemið hjá Fróðskaparsetrinum. Harafturat er játtan til felagsøkið á Debesartrøð áljóðandi 1.267 tkr. – tað er húsavarðatænastu og KT-tænastu. Eisini verða játtaðar 100 tkr. til Setrið at stuðla útlendskum lesandi at koma til Føroyar at lesa og granska. Granskingardepilin fyri samfelagsmenning hevur somuleiðis fingið tillutað eina játtan áljóðandi 1.305 tkr., Altjóða Skrivstovan áljóðandi 765 tkr, Føroya Læraraskúli áljóðandi 23.238 tkr. og Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya hevur fingið tillutað eina játtan áljóðandi 8.722 tkr.

 
Seinnu árini eru fleiri eksternt fíggjaðar verkætlanir settar í verk. Her er talan um bæði Ph.D. og aðrar granskingarverkætlanir, sum verða fíggjaðar av Granskingarráðnum, Forskningsstyrelsen, oljufeløgum o.s.f.