Heim
Sitemap
Prenta hesa síðu
RSS

Academia Færoensis - søgan um setrið

Fróðskaparsetur Føroya varð stovnað í 1965 við tí latínska heitinum Academia Færoensis. Tað vóru limirnir í Føroya Fróðskaparfelag, stovnað í 1952, sum tóku stig til at fáa ein lærdan háskúla í Føroyum. Føroya Fróðskaparfelag arbeiddi miðvíst fyri einum vísindaligum umhvørvi. Av virksemi felagsins kunnu nevnast útgávan av Fróðskaparriti og eitt sera umfatandi arbeiði at savna føroyskt orðatilfar.

Við einum uppskoti frá Fróðskaparfelagnum sum grundarlagi, samtykti Føroya løgting í 1965 at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya, við tí endamáli at inna ”vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undirvísing. Skylda læraranna er at fremja bæði”. Føroyingar fingu tá ein hægri lærdómsstovn.

Fróðskaparsetrið byrjaði virksemið við einum professara, Christiani Matras, og einum skrivara, Maud Heinesen. Virksemi tey fyrstu árini fevndi um ársskeið í náttúrusøgu og í føroyskum fyri lærarar. Hetta vóru skeið, sum Fróðskaparfelagið hevði tikið stig til, og sum Fróðskaparsetrið helt áfram við. Ársskeiðini fyri lærarar vórðu hildin toluliga regluliga á setrinum til tað seinast í 1980’unum varð avgjørt, at eftirútbúgving av lærarum skuldi skipast á Landsskúlafyrisitingini.

Umframt ársskeiðini skipaði setrið fyri almennum fyrilestrum um ymisk evni og kvøldskeiðum í føroyskum. Tey fyrstu árini stílaði setrið fyri eini innsavningarnevnd, ið varð sett í 1967, og hevði til uppgávu at bjarga føroyskari fólkamentan. Sum framhald av hesi nevnd varð tjóðlívsnevndin sett í 1970 til at savna tilfar um føroyskt fólkalív og føroysk fólkaminni. Hetta tilfar er í dag á goymslu á Føroyamálsdeildini. Harumframt varð sett ein nevnd í 1972 at skipa fyri innsavning av føroyskum sálmasangi og andaligum vísusongi. Øll árini hevur setrið skipað fyri ritgerðarkappingum, har øll kundu luttaka.

Útbúgvingar

Verulig akademisk útbúgving byrjaði í 1970 við heimspeki og skeiði til ”filosofikum”.

Tann akademiski próvlesturin byrjaði við eini náttúruvísindaligari-heimspekiligari støðisútbúgving í 1972. Síðani 1981 hevur verið undirvíst regluliga í stødd-/alisfrøði og lív-/evnafrøði, og frá 1987 eisini til BS í ymsum greinum.

Á Føroyamálsdeildini varð farið undir próvlestur í 1974. Fyrsta árið bert sum eitt ára lestur, men síðani 1976 sum 2 ára lestur til exam.art. Eisini her varð farið undir víðari lestur í 1987, til cand.phil.

Í 1976 varð farið undir eina 2 ára útbúgving í gudfrøði. Tey fyrstu árini vóru royndarár, men í 1978 varð avgjørt at seta Gudfrøðideildina á stovn. Avtala varð gjørd við universitet í Íslandi og í Danmark um, at studentarnir kundu gera lesnaðin lidnan har. Gudfrøði og søguvísindi vórðu løgd saman til eina deild, og í 1987 varð farið undir at undirvísa í søguvísindum, fyrst til exam.art, síðani til BA og cand.phil. Av ymsum grundum steðgaði undirvísingin í guðfrøði í 1988.

Í tíðarskeiðnum 1993-95 varð skipað fyri ársnámum í ávíkavist samfelagsvísindum og búskapi, handli og máli. Hesin lestur steðgaði í kreppuárunum, men í 2000 vóru studentar aftur tiknir inn til ársnám. Seinni bleiv hetta til eina BSSc í stjórnmálafrøði.

Frá 1999 hevur Náttúruvísindadeildin við dyggum stuðli frá oljufeløgum kunnað bjóðað út útbúgving í kolvetnisverkfrøði. Fyrstu studentarnir fingu prógv í kolvetnisverkfrøði á vári 2002.

Á heysti 2002 byrjaði nýtt útbúgvingartiltak, kallað opið setur, við útbúgving í KT-frøði. Talan er um parttíðarlestur, sum kann samskipast við arbeiði innan KT-vinnuna. Fyrstu 11 studentarnir fingu BS-prógv í KT-frøði í februar 2005.

Í 2003 kom nýggj útbúgvingarkunngerð fyri allar útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum, har allar útbúgvingar vóru skipaðar eftir Bologna leistinum við bachelor, master og Ph.D., vanliga umrøtt 3+2+3 skipanin. Allar deildir Setursins skipaðu sínar útbúgvingar eftir hesum leisti frá lestrarárninum 2004/05.

Lógin

Í 1987 kom í gildi nýggj lóg fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hon varð broytt í 1990, tá Fróðskaparsetrið fekk universitetsstøðu, og aftur í 1995, tá bygnaðurin var gjørdur einfaldari.

 

Tann 1. august 2008 vórðu Læraraskúlin, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og tað, sum fyrr nevndist Fróðskaparsetur Føroya, løgd saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya. Eitt stýri skal í næstum veljast fyri stovnin. 


Petur Zachariassen var fyrsti rektarin á Fróðskaparsetrinum, frá juni 1987 til desember 1990. Jóan Pauli Joensen var rektari frá januar 1991 til mars 1998 og Arne Nørrevang frá apríl til november 1998. Malan Marnersdóttir var rektari frá desember 1998 til november 2004, tá Jóan Pauli Joensen aftur varð valdur rektari.

Professarar

Christian Matras var professari frá byrjanini á Fróðskaparsetrinum. Í 1986 fekk Fróðskaparsetrið tveir professarar afturat, tá Mortan Nolsøe varð tilnevndur professari í fólkaminnum, og Jóhan Hendrik Winther Poulsen varð tilnevndur professari í norðurlendskum, serliga føroyskum máli.

Í 1989 varð Hans Jacob Debes, dr.phil. tilnevndur professari í Føroya søgu og almennari søgu, og Jóan Pauli Joensen, dr.phil& fil.dr., í siðsøgu og fólkalívsfrøði.

Magnus Danielsen, Ph.D., varð tilnevndur professari í ravmagnsverkfrøði í 1991. Arne Nørrevang, dr. phil., varð tilnevndur professari í lívfrøði í 1995 og Eyðun Andreassen, dr. phil., professari í fólkaminnisfrøði í 1996.

Í 2001 varð Morten Sparre Andersen settur í starv sum professari í jarðfrøði. Hann gavst í 2004 og í hansara stað er Robert James Brown settur sum professari.

Dorete Bloch varð í 2001 tilnevnd adjungeraður professari í djóralívfrøði.

31. mars 2004 varð Malan Marnersdóttir, rektari, tilnevnd professari í bókmentum.

Bogi Hansen varð í 2007 tilnevndur adjungeraður professari í havfrøði.

 

1. september 2008 varð Turið Sigurðardóttir tilnevnd professari í bókmentum.

Ph.D. skipanin á Fróðskaparsetrinum

Í 1996 var kunngerð um Ph.D. lestur lýst, sum heimilar Fróðskaparsetrinum at føra studentar fram til Ph.D. prógv.

Jóannes Dalsgaard vardi sum tann fyrsti Ph.D. ritgerð í mai 1997 við heitinum: ”Fylking 75 ár. Ein rannsókn av verkamannarørsluni á Tvøroyri og ein lýsing av málum, menning, skipan og úrslitum hennara – við denti á tíðarskeiðið 1915-1951.”

Andras Mortensen vardi 9.2.2001 Ph.D. ritgerðina: ”Hin føroyski róðrarbáturin. Sjómentir føroyinga í eldri tíð.”

Kirsten Brix vardi 14.6.2002 Ph.D. ritgerðina: "Dialog i Babelstårnet."

Erland Viberg Joensen vardi 21.3.2003 Ph.D. ritgerðina: "Lossingarmenn í Havn".

Jóannes Djurhuus vardi 6.6.2003 Ph.D. ritgerðina: "Analytical investigations of in-situ stresses and hydraulic induced borehole fractures".

Guðrun Gaard vardi 2.9.2005 Ph.D. ritgerðina: "Far fram á Torg. Um ritverkið hjá Regini Dahl".

Bárður A. Niclassen vardi 2.4.2007 Ph.D. ritgerðina: "An operational wave model for the Faroe Shelf"

Høgni Hammershaimb Debes vardi 20.6.2007 Ph.D. ritgerðina: “Phytoplankton and Zooplankton Interactions on the Faroe Shelf”

Í løtuni eru 7 ph.d. studentar innskrivaðir.