Stýrið fyri Fróðskaparsetri Føroya
Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita sjey limir. Landsstýriskvinnan velur fýra teirra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir og tey lesandi ein lim. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er 4 ár, fyri tey lesandi er skeiðið tó 1 ár.
Limirnir uttaneftir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Limirnir skulu til samans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.
Stýrið er evsti myndugleiki Fróðskaparsetursins. Stýrið velur formann og næstformann millum teir av landsstýriskvinnuni uttaneftir tilnevndu stýrislimir. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.
Stýrislimir
Landsstýriskvinnan hevur valt hesi uttanhýsislimir í stýrið:
- Herálvur Joensen, cand.jur.LL.M, sendimaður, formaður,
Varalimur: Kristianna Sjóvará, cand. mag., fulltrúi - Jan Mortensen, cand.polyt., stjóri í FT Samskifti, næstformaður,
Varalimur: Marita Rasmussen, fiskivinnukandidatur, stjóri í Vinnuhúsinum - Tove Bull, professari, fyrrverandi rektari, Universitetet i Tromsø.
Varalimur: þorsteinn Gunnarsson, rektari, Ph.D, Háskólinn á Akureyri - Juanna S. Joensen, assistant professor, cand.scient.oecon., Ph.D., Stockholm School of conomics
Varalimur: Magni Morh, cand.scient., Ph.D., ítróttargranskari
Harumframt hevur landsstýriskvinnan, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum, valt hesar limir og varalimir í stýrið.
- Winny í Pætursastovu, fulltrúi
Varalimur: Dávur Eyðunsson Sørensen, KT-vørður - Robert James (Jim) Brown, professari, Ph.D,
Varalimur: Ása Róin, útbúgvingarleiðari. - Johann Jansson Petersen, lærara-lesandi, frá 1. januar 2010
Varalimur: Sigmund Petur Skorastein, lærara-lesandi, frá 1. januar 2010
Tilmælið er gjørt við støði í valum millum ávikavist starvsfólk og lesandi. Stýrið er sett frá 1. januar 2009. Tó so at studentaumboð verður tilnevnt fyri eitt ár í senn.
Her fáast:


