Universitetsútbúgvingar
Fróðskaparsetrið bjóðar universitetsútbúgvingar út á trimum deildum og tveimum skúlum.
Útbúgvingar á Føroyamálsdeildini
Á Føroyamálsdeildini ber til at taka bæði Bachelor (BA) og Master (MA) í føroyskum máli og bókmentum. Eisini ber til at taka hjánám og høvuðsgrein. Studentur, ið hevur staðið BA-prógv í føroyskum kann søkja um upptøku á MA-námi.
Útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini
Á Náttúruvísindadeildini ber til at taka tríggjar bachelorútbúgvingar. Tær eru Jarð- og havfrøði, Lívfrøði og KT-verkfrøði. Útbúgvingarnar eru á altjóða stigi, og geva atgongd til master útbúgvingar bæði uttanlands og í Føroyum.
Útbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini
Heystið 2010 verða útbodnar bachelor-útbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini. Høvi verður at leggja dent á fak sum søgu og stjórnmálafrøði – ella taka almenna samfelagsvísindaliga útbúgving.
Útbúgvingar á Læraraskúlanum
Á Læraraskúlanum ber til at lesa til Bachelor sum lærari og til Bachelor sum námsfrøðingur.
Útbúgvingar á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum
Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum ber til at taka Bachelor í Sjúkrarøktarfrøði.


