Heim
Sitemap
Prenta hesa síðu
RSS
Lesið faldaran um útbúgvingarnar á Setrinum

Lestrarupptøka

Føroya Læraraskúli, Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya og Søgu- og Samfelagsdeildin taka nýggj lesandi inn til bachelorlestur á hvørjum ári, meðan Náttúruvísindadeildin og Føroyamálsdeildin taka nýggj lesandi inn til bachelorlestur annaðhvørt ár.

 

Upptøka og umsóknarfreistir 2010

Umsóknarfreistin er 14. juni 2010. Tey, sum tá ikki hava móttikið sítt miðnámsprógv, kunnu kortini søkja og viðmerkja, at prógvið kemur seinni. Miðnámsprógvið má verða Fróðskaparsetrinum í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. juli 2010.

 

Eftir ætlan byrja øll lesandi á fyrsta ári á Setrinum tann  16. august 2010

 

Bachelor

Master

  • Samfelagsfrøði (Hetta verður lýst í mai 2010)
  • Føroyskt 

Sí lýsing

 

Upptøkutreytir

Upptøkutreytin fyri upptøku bachelorútbúgving á Fróðskaparsetrinum er, at umsøkjari hevur miðnámsútbúgving. Harumframt eru fylgjandi krøv til hesar lærugreinir

Í serligum førum kann vera vikið frá omanfyristandi um serlig viðurskifti tala fyri tí. Setið tykkum í sambandi við avvarðandi deild ella skúla hesum viðvíkjandi.

 

Umsóknarbløð

Slóðir til umsóknarbløð verða lagdar her so hvørt umsóknarfreistin nærkast. Umsóknarfreistin er 14. juni 2010. Til ber at søkja sjálvt um tú ikki hevur fingið prógvið áðrenn hendan dag - tá skal miðnámsprógvið sendast inn í seinasta lagi 1. juli 2010.