Heim
    Sitemap
    Prenta hesa síðu
    RSS
    14.04.09

    Fyrilestrar og stovnan av støddfrøðifelagi

    » Náttúruvísindadeildin


    Mikudagin 15. apríl 2009 verður skipað fyri fundi í samkomuhøllini í Studentaskúlanum í Hoydølum, har endamálið er at skipa eitt støddfrøðifelag. Fyrilestrar um m.a. primtøl og møguleikar í Lego verða eisini á skránni.

    Evnisøki í støddfrøði

    Føroyskt og støddfrøði eru størstu lærugreinirnar í føroyska skúlanum. Tí kann tað tykjast løgið, at einki felag er, sum røkir áhugamálini hjá hesi lærugrein og lærarum. Í 1978 varð felagið Sigma stovnað, ið var felag fyri lærarar í stødd-, alis- og evnafrøði, men eftir nøkur ár datt hetta felag niðurfyri aftur.

    Mikudagin 15. apríl 2009 verður skipað fyri einum fundi í samkomuhøllini í Studentaskúlanum í Hoydølum, har endamálið er at skipa eitt støddfrøðifelag. Øll, ið onkursvegna starvast við støddfrøði eru vælkomin at luttaka. Sostatt eru støddfrøðilærarar í øllum landinum líka frá barnaskúla til miðnámsskúla hjartans vælkomin.

    Á skránni verða eisini fyrilestrar um støddfrøðilig evni, m.a. fer Søren Eilers, professari og instituttleiðari fyri undirvísing á Institut for Matematiske Fag, Københavns Universitet, at halda ein fyrilestur um LEGO. Um hendan fyrilestur sigur Søren sjálvur:

    "For nogen tid siden blev jeg opmærksom på at det var ukorrekt når LEGO oplyser at antallet af måder at kombinere seks 2x4-dups legoklodser er 102981500. Ambitionen om at bestemme det korrekte tal førte mig ud i et større projekt med mange interessante aspekter om at lave matematik på computer, om matematiske tællemetoder, om matematisk fysik, og om at tale matematik med pressen."

    Ætlaða skráin er:

    15:20-15:45    Primtøl, kontonummur og strikukotur (Gunnar Restorff)
    15:45-16:00    Uppskot um at skipa eitt støddfrøðifelag - orðaskifti og val av fyrireikingarbólki
    16:00-16:15    Kaffisteðgur
    16:15-17:00    Seks og flere legoklodser (Søren Eilers)

    Øll áhugað eru vælkomin.

     

    Gunnar Restorff, gunnarr(sært tú hetta dagfør tín kagara)@(sært tú hetta dagfør tín kagara)setur.fo
    Petur Zachariassen, peturz(sært tú hetta dagfør tín kagara)@(sært tú hetta dagfør tín kagara)skulin.fo