Heim
    Sitemap
    Prenta hesa síðu
    RSS
    11.01.10

    Hanna Absalonsen hevur 40-ára starvsdag á Føroyamálsdeildini

    » fmd


    Í sambandi við at Hanna Absalonsen hevur 40-ára starvsdag á Føroyamálsdeildini bjóðar deildin til samkomu fríggjadagin 15. januar kl. 15.00.

    Innbjóðing

    Í sambandi við at Hanna Absalonsen hevur 40-ára starvsdag á Føroyamálsdeildini
    bjóðar deildin til samkomu fríggjadagin 15. januar kl. 15.00, har øll eru vælkomin at koma at heilsa upp á hana.

    Hanna, sum er úr Vági, kom í starv á Føroyamálsdeildini 15. januar 1970. Hon søkti vaskiarbeiði á Setrinum, men Chr. Matras og Jóhan Hendrik W. Poulsen bóðu hana koma at hjálpa til við orðabókaarbeiðinum í staðin. Hon so gjørdi og hevur starvast á Føroyamálsdeildini síðan. Hon var skrivari hjá Johan Hendriki W. Poulsen, tá ið hann gjørdi eykabindið til Føroysk-donsku orðabókina (kom út 1974) og hevur í mong ár verið granskingarhjálpari og umsitið handritasavnið á deildini.