Heim
    Sitemap
    Prenta hesa síðu
    RSS
    23.12.09

    Grundskeið í lóg á Fróðskaparsetri Føroya

    » SSD, rd


    Nú verður væl umtókta Grundskeiðið í lóg boðið út aftur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

    Grundskeið í lóg er partur av samfelagsútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum. Skeiðið telur 15 námsstig.

     

    Skeiðið er eisini ætlað fólki, ið ikki eru lógkøn (ikki hava cand. jur. ella líknandi útbúgving) og vilja menna kunnleika sín til løgfrøðiligt háttalag og fáa betri fatan av lógum og juridiskum teksti. Undirvísingarætlan fæst her.

     

    Undirvíst verður tvær ferðir tríggjar tímar, aðru hvørja viku, mánadag og mikudag, kl. 10.00 – 13.00.

     

    Skeiðið byrjar mánadagin 8. februar 2010 og endar við eini 4-tímars skrivligari próvtøku mikudagin 26. mai 2010.

     

    Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg, men í serliga partinum verður hugt nærri at evnum innan stjórnarlóg og fyrisiting.

     

    Fróðskaparsetrið hevur í nøkur ár boðið skeiðið út, og tilsamans sjey flokkar hava lokið prógv. Sera stórur áhugi hevur verið fyri skeiðnum.

     

    Ábyrgd av skeiðnum hevur Kári á Rógvi PhD lektari í løgfrøði.

     

    Fyri uttansetursfólk (tey, ið ikki lesa á Fróðskaparsetrinum) verður skeiðsgjald kravt, kr. 6.500 fyri skeiðið, íroknað skeiðstilfar og próvtøkugjald.

     

    Umsóknarblað fæst her, ella við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncksgøta 25, 4.h., tlf. 352580, ella í telduposti ssd(sært tú hetta dagfør tín kagara)@(sært tú hetta dagfør tín kagara)setur.fo.

     

    Avmarkað luttøka

     

    Umsóknarfreistin er sett til mikudagin 20. januar 2010

     

    FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
    Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00
    J. C. Svabos gøta 14
    Postrúm 272
    110 Tórshavn