Ískoytisútbúgving til Bachelor í sjúkrarøktarfrøði
Endamál
Endamálið við ískoytisútbúgvingini til bachelor í sjúkrarøktarfrøði er:
:: Førleiki í sjúkrarøktaryrkinum sum vísindagrein
:: Ástøðilig uppstiging av sjúkrarøktarfakligu grundútbúgvingini og royndar- og vitanargrundarlagi
sjúkrarøktarfrøðingsins frá starvsroyndum
:: Lestrarfyrireikandi og upptøkugevandi førleiki til master- og kandidatútbúgvingar
:: Førleiki at skilja granskingarverkætlanir og sjálv/-ur at luttaka í menningarverkætlanum
Skipan og innihald
Útbúgvingin er sett at vera ½ ársverk ella 30 ECTS stig:
Várið 2010 Heystið 2010 Várið 2011
mar. - apr. - mai sep. - okt. - nov. mar. - apr. - mai
Ískoytisútbúgvingin er býtt sundur í 3 eindir
Ein grundleggjandi kravd eind (Várið 2010)
Ein valfrí eind (Heystið 2010)
Bachelorverkætlanareind (várið 2011)
Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya ger av, eftir ítøkiliga meting í hvørjum einstøkum føri, at útbúgvingarpartar, sum lesandi hevur staðið eftir reglum fyri eina aðra framhaldsútbúgving, heilt ella lutvíst kunnu koma í staðin fyri samsvarandi útbúgvingarpartar.
Fígging
Kostnaður fyri útbúgvingina er 7000 kr. fyri hvørja eind, umframt útreiðslur til bókmentir v.m.
Nærri lýsing av útbúgvingini, undirvísingardagar og umsóknarblað liggja á undir ískoytisútbúgving.
Eru spurningar, ber til at venda sær til útbúgvingarleiðaran á Sjúkrarøktarfrøðisskúla Føroya tlf.352254.
Umsóknarfreist
Námsskipan
Dagfestingar
Kunngerð
Ætlan fyri várið 2010/ Grundleggjandi eind
Vika 9 /1. og 2. mars: Introduktión
Vísindaástøði
Vika 11/15. og 16. mars: Vísindaástøði
Vika 13/29. og 30. mars: Vísindaástøði
Vika 15/12. og 13. apríl: Góðska og góðskumenning
Vika 17/26. og 27. apríl: Verkætlanararbeiði
Háttalagsfrøði
Vika 19/10.,11. og 12. mai: Gransking og granskingarháttalagsfrøði
Vika 21/27. og 28. mai: Innanhýsis roynd
Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og øðrum upplýsingum skal sendast til:
Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya
J. Broncksgøta 25
100 Tórshavn


