Heim
Sitemap
Prenta hesa síðu
RSS

Kliniska vegleiðaraútbúgvingin

Endamálið við útbúgvingini er, at tann lesandi mennir førleika sín sum vegleiðari, undirvísari og próvdómari/metari í klinisku undirvísingini í heilsuútbúgvingunum.

Málið er, at teir klinisku vegleiðararnir gjøgnum útbúgvingina menna kliniskan undirvísingar- og vegleiðaraprofessionalitet, herundir:

:: Ogna sær vitan um námsfrøði, frálærufrøði (didaktikk) og
   námsháttalag (metodikk) í sambandi við kliniska vegleiðing
   og undirvísing

:: Fáa øktan førleika at menna, leggja til rættis, fremja og
   eftirmeta kliniska vegleiðing og undirvísing

:: Kunna reflektera um og menna egna vegleiðingarútinning

:: Fáa fatan fyri luttakarafortreytum og týdninginum,
   sum læringarumhvørvið hevur fyri  lærutilgongdir

:: Menna evnini at skapa læringarumhvørvi, har praktiskur
   kunnleiki og faklig og persónlig menning økjast

:: Menna evnini at eftirmeta og døma í mun til útbúgvingarstig
   og mál, galdandi lóg, kunngerðir og reglur.

Yvirlit yvir kliniska Vegleiðaraútbúgving


Um kliniska vegleiðaraútbúgving

Útbúgvingin er ætlað sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum við hægri útbúgving innan heilsuøkið,
sum hava ábyrgd av lesandi í kliniskari útbúgving.

Útbúgvingin er evnað til í samsvari við donsku kunngerðina um útbúgving av kliniskum vegleiðarum til tær miðallongu framhaldandi heilsuútbúgvingarnar, kunngerð nr. 497 frá 20/06/2002.

Útbúgvingin fevnir um 1/6 studentaársverk, sum svarar til 9 ECTS-stig. Útbúgvingin verður boðin
út í 7 eindum, sum hvør varir eina viku.

Endamálið er, at lesandi mennir førleika sín sum vegleiðari, undirvísari og próvdómari/metari í klinisku undirvísingini í heilsuútbúgvingunum.

Innihaldið í útbúgvingini er námsfrøði, frálærufrøði (didaktikk) og námsháttalag (metodikk) í sambandi við kliniska vegleiðing og undirvísing og fevnir ma um hesi lestrarøki:

Læringarástøði og lærutilgongdir
Læringarumhvørvi
Læringarhættir og vegleiðing
Eftirmeting og døming
Verkætlanararbeiðið