Lestrarár
Fyrsta lestrarár
1. & 2. lestrarhálva
Her fært tú teoretiska undirvísing í hvussu tú tekur tær av fysiska tørvinum hjá fólki. Í praktisku undirvísingini lærir tú grundleggjandi sjúkrarøkt í venjingarstovuni, sum hoyrir til sjúkrarøktarfrøðiskúlan og á deildunum á sjúkrahúsunum.
Annað lestrarár
3. & 4. lestrarhálva
3. lestrarhálva: Endamálið við teoretisku undirvísingini er at læra at veita sjúkrarøkt til barnakonur, foreldur og børn. Dentur verður lagdur á bæði fyribyrgjan og eisini ta støðu, familjan kemur í, um tey verða sjúk.
Praktiska undirvísingin er løgd soleiðis tilrættis, at tú millum annað skalt savna upplýsingar, sum tú seinni skal brúka í samband við eini verkætlan, sum hevur familjuna í fokus.
4. lestrarhálva: Her lærir tú um sjúkrarøkt til sjúklingar við sálarligum trupuleikum og sálarligum sjúkum. Undirvísingin skiftir millum teori og praktikk á psykiatrisku deildunum.
Triðja lestrarár
5. & 6. lestrarhálva
5. lestrarhálva: Í 5. lestrarhálvu eru tey eldru og teirra serligu støða í samband við heilsu og sjúku í miðdeplinum. Praktiska undirvísingin fer fram á røktarheimum og í heimarøktini kring landið.
6. lestrarhálva: Í 6. lestrarhálvu eru heilsufremjandi og fyribyggjandi sjúkrarøkt í miðdeplinum, við atliti at øllum fólki í samfelagnum.
Praktiska undirvísingin er løgd soleiðis tilrættis, at tú millum annað skalt savna upplýsingar, sum seinni skulu brúkast í samband við gerð av einari verkætlan, ið hevur heilsufremjing og fyribyrging í fokus.
Fjórða lestrarár
7. & 8. lestrarhálva
7. lestrarhálva: Lestrarhálvan fevnir mest um praktiska undirvísing á sjúkrahúsdeildunum
8. lestrarhálva: Bachelorverkætlan verður gjørd.
Tann teoretiska undirvísingin
Teoretiska undirvísingin á skúlanum skiftir ímillum fyrilestrar, bólkaarbeiði og sjálvlestur.Høvuðsgreinin er sjúkrarøkt, sum fevnir um bæði teori og praktikk. Her lærir tú at observera sjúklingarnar, nýta tína fakligu vitan til at meta um observatiónirnar og at útinna og dokumentera sjúkrarøktina.
Tú arbeiðir við likamligu sjúkrarøktini. Til dømis lærir tú at hjálpa sjúklingum at eta og drekka, máta puls og blóðtrýst, geva heilivág og hjálpa við persónligum reinføri.
Tú arbeiðir eisini við samskiftis- og umsorganarteori umframt etiskum og filosofiskum evnum.
Í útbúgvingini verður dentur lagdur á sjúkrarøkt til menniskju í øllum aldursbólkum og lívsstøðum. Harafturat verður undirvíst í lærugreinunum:
:: Anatomi/fysiologi/biokemi, mikrobiologi/infektiónspatologi
:: Námsfrøði, heimspeki, samfelagsfrøði, sálarfrøði, samskifti
:: Vísindateori/gransking, leiðsla
:: Sjúkulæra, føðslulæra og aðrar lærugreinir
:: Praktisk undirvísing
Undirvísingin fer fram á teimum ymisku sjúkrahúsdeildunum. Hon fer eisini fram í heimarøktini og á røktarheimum. Tískil kanst tú vænta, at tú í tíðarskeiðum verður í praktikk á bygd og í býum, sum tú ikki vanliga hevur tilknýti til.
Praktikkin fatar um heilsu- og sjúkrarøkt til fólk við bæði likamligum og sálarligum sjúkum og sjúkrarøkt til fólk har heilsan er í vanda.
Á praktikkstaðnum hevur tú ein vegleiðara, sum er sjúkrarøktarfrøðingur. Saman við tær hevur hann ábyrgdina av, at tú røkkir teimum málum, ið verða sett fyri tey ymisku tíðarskeiðini.
Framtíðarmøguleikar
Tá tú ert liðug/-ur at útbúgva teg, hevur tú nógvar møguleikar at velja arbeiðsøki. Á sjúkrahúsum arbeiðir sjúkrarøktarfrøðingurin á nógvum ymiskum deildum, til dømis á heiliráðdeild, skurðdeild, intensivdeild, skurðstovu, doyvingardeild, barnadeild, psykiatrideild, uppvenjingardeild, ambulatorium og skaðastovu.
Uttanfyri sjúkrahúsini er møguleiki at arbeiða á røktardeild, í heilsu- og heimarøktini, og í læknaviðtalu.
Tað er eisini møguligt at arbeiða í útlondum. Norðurlond hava gjørt eina sínámillum avtalu um sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingarnar. Hetta ger, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar kunnu setast í starv innan heilsuverkið, um teir megna at tosa norðurlendskt. Sínámillum góðkenning av útbúgvingunum er eisini galdandi í londunum innan ES. Sjúkrarøktarfrøðingar hava eisini góðan møguleika at arbeiða hjá ymiskum neyðhjálparfeløgum. Feløgini seta tó ymisk krøv til arbeiðsroyndir og útbúgving.
Serútbúgving
Møguleiki er at serútbúgva seg innan ávís øki, til dømis doyving, reinføri, psykiatri ella intensiva sjúkrarøkt.
Víðari útbúgving
Útbúgvingin gevur sjúkrarøktarfrøðingum førleika til framhaldslestur, á eitt nú master- og kandidatstigi, á hægri útbúgvingarstovnum.
Útbúgving í útlondum
Møguleiki er at taka partar av útbúgvingini uttan fyri Føroyar, vanliga eina hálva ella heila lestrarhálvu. Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya samstarvar við aðrar sjúkrarøktarskúlar í Noregi, Svøríki, Finnlandi, Danmark og Grønlandi.
Útbúgvingin tvørtur um landamørk gevur møguleikar at uppliva aðra mentan og gevur innlit í aðra áskoðan á sjúkrarøkt. Lestur í útlondum kann geva eitt gott grundarlag at skilja onnur menniskju og eisini at skilja seg sjálva/n. Møguleiki er at søkja fíggjarligan stuðul ígjøgnum Nordplus.
Próvtøkur
Próvtøkur eru bæði í teoretisku og praktisku undirvísingini. Hvør lestrarhálva endar við próvtøku.
Í seinastu lestrarhálvuni skalt tú gera eina bachelorverkætlan. Tú kanst velja um tú vilt gera eina sjálvstøðuga verkætlan, ella um tú vilt arbeiða saman við øðrum í einum bólki.
Fíggjarviðurskifti
Lesandi fáa útbúgvingarstuðul eftir reglunum hjá Stuðulsstovninum


