Heim
Sitemap
Prenta hesa síðu
RSS

Stakskeið í stjórnmálafrøði


Stakskeiðið í stjórnmálafrøði ber heitið “Føroyar í 21. øld:  Politiskar avbjóðingar”. Tað telur 10 námsstig, sum svarar til triðingin av eini lestrarhálvu. Undirvísingin byrjar  26. august 2009, og próvtøka verður í desember.


Lærarar verða Jens Chr. Svabo Justinussen, adjunktur og Beinta í Jákupsstovu, lektari. Eisini verða fleiri gestafyrilestrahaldarar.
 
Skeiðið er viðkomandi fyri ta støðu, sum Føroyar eru í í løtuni, har nakrar av teimum størstu avbjóðingunum koma sum rák uttanífrá. Endamálið við skeiðnum er at varpa ljós á nakrar altjóða broytingar, og hvussu hesar broytingar verða ástøðiliga tulkaðar. Serliga verður hugt at, hvat hesar broytingar kunnu fara at merkja fyri Føroyar.


Evni, sum verða umrødd, eru m.a. fíggjarkreppan, trygdarpolitikkur, politisk tiltøk í sambandi við veðurlagsbroytingar, Útnorðurlondini og ES, røkt og brúk av fiskistovnum, vinnuligar broytingar og bygnaðarbroytingar í almennari umsiting. Undirvíst verður  á 6 seminarum, sum eru tveir heilar dagar hvørja ferð.


Skeiðið endar við einum próvtøkuseminari, har tey lesandi leggja fram eina uppgávu og svara spurningum frá lærarum og lesandi. Próvtalið verður ein samlað meting av skrivliga og munnliga avrikinum við uttanseturspróvdómara.

Fyri at kunna tekna seg til skeiðið skulu tey lesandi hava samfelagsfrøðiliga útbúgving á bachelorstigi ella samsvarandi útbúgving. 

______________________________________________________________________________________


Skeiðið er nógv eftirspurt og kostar 5.500,00 kr. Lesandi innskrivað við
Fróðskaparsetur Føroya ella við annan hægri lærustovn fáa skeiðið ókeypis.

Umsóknarblað fæst við at venda sær til:

Søgu- og samfelagsdeildina
J. Broncks gøta 25, 4.h.
100 Tórshavn
Tlf. 352580

Víst verður eisini til heimasíðuna: www.setur.fo