Skriva út

Løgfrøði

Bachelor of Law
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi 20
  • ECTS 180 ECTS
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 600 DKK/ECTS

Endamál við útbúgvingini

Eitt høvuðsendamál við útbúgvingini er at gera tað møguligt fyri føroysk lesandi at nema sær siðbundnu løgfrøðiligu útbúgvingina í Føroyum. Í danska ríkinum stendur henda útbúgving, undir einum kallað cand. jur., í samanlagt fimm ára lesnaði: trý ár á bachelor stigi (180 ECTS) og síðan tvey ára yvirbygnaði (120 ECTS).

Føroyska útbúgvingin, bachelor og yvirbygnaðurin (sum á Setrinum kallast embætisprógv í lóg), fekk samsvarandi avgerð hjá danska løgmálaráðnum viðurkenning 14. mars 2022 sum javnsett donsku útbúgvingini cand. jur. Útbúgvin av Fróðskaparsetrinum hava samsvarandi hesi avgerð somu atgongd bæði í Føroyum og Danmark til siðbundin embæti í rættarskipanini, so sum ákæri, dómari og advokatur.

Týðandi er, at løgfrøðilesnaðurin á Fróðskaparsetrinum setir lóg og løgfrøði í  føroyskt høpi út frá tí grundleggjandi fortreyt, at útbúgvin væntast at fara at starvast og praktisera í Føroyum. Samstundis fara akademisku krøvini at fylgja altjóða standardum fyri tey, sum ætla at lesa víðari ella seinni virka uttan fyri Føroyar.

Útbúgvin skulu hava nomið sær hollan kunnleika og førleika í mun til ítøkiligu rættarstøðuna innan eina røð av grundleggjandi ítøkiligum rættarøkjum, frá avtalurætti, endurgjaldsrætti, fyrisitingarrætti, familju- og arvarætti o.s.fr. Eisini skulu tey útbúnu hava nomið sær fatan av ástøðiliga grundarlagnum undir ymisku rættarøkjunum og undir lóg og løgfrøði meira alment; tey skulu eisini dyrka og menna háttalagsligar førleikar – serliga innan greining, skrivligt samskifti og argumentatión – sum hava serligan týdning fyri løgfrøðingar, ið virka í lítlum samfelag við øðrum fortreytum enn størri lond.

Skeiðini bjóðað á bachelor í lóg stuðla eisini í ein mun øðrum útbúgvingum og deildum á Fróðskaparsetrinum sum valskeið. Skeiðini kunnu eisini partvís takast sum gjaldsskeið av uttanhýsis lesandi, vanligum borgarum, fyrisitarum v.m., ið spyrja eftir skeiðum sum liður í starvsligari førleikamenning ella framhaldandi útbúgving ella bara hava áhuga í at vita meira um føroyska lóg og løgligar stovnar.

Bygnaður

1.       lestrarhálva
(heyst)

2.       lestrarhálva
(vár)

3.       lestrarhálva (heyst)

4.       lestrarhálva
(vár)

5.       lestrarhálva
(heyst)

6.       lestrarhálva
(vár)

Grundskeið í lóg

Løgfrøðilig fatan

Rómverjarættur

Føroyskur stjórnarskipanar-

rættur I

Tinglýsing og veð

Revsirættur og revsirættargangur

Avtalurættur

Endurgjaldsrættur

Ognarrættur

Úrskurðar-

greining

Sivilur rættargangur

Altjóða lóg

Familju- og arvarættur

Fyrisitingarrættur

Føroysk løgsøga

Keypi- og kravrættur

Samanberandi rættur

B.L. ritgerð

Skriviverkstova


Skipan av útbúgvingini

Øll skeið eru kravd.

Kontekstualiserandi skeið hava til endamáls at seta føroysku rættarstøðuna í høpi og geva tí lesandi eina fatan av, hvussu rættarstøða og rættarskipan er treytað av ymiskum politiskum, mentunarligum og søguligum kringumstøðum. Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Løgsøga og Samanberandi lóg. Boðið verður hetta 5 ECTS skeiðið: Rómverjarættur.

Grundskeið í lóg á 10 ECTS er ikki roknað við omanfyri, tí skeiðið hevur blandað dogmatiskt og háttalagsligt v.m. innihald.

Bachelorritgerðin er á 10 ECTS, sum tann lesandi sjálv/ur velur eftir vegleiðing og góðkenning frá lærara.

Innihald

Skeiðini verða flokkað so:

  1. Dogmatisk skeið: 105 ECTS.
  2. Háttalagslig skeið: 30 ECTS.
  3. Kontekstualiserandi skeið: 25 ECTS.

Dogmatiskur lógkunnleiki er siðbundin gjøgnumgongd av lóg og rættarkeldum á ávísum evnisligum øki, tulkan og brúki teirra. Flestu dogmatisku skeið taka støði í føroyskari lóg ella lóg í grannalondunum. Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Familju- og arvarættur; Avtalurættur; Endurgjaldsrættur; Fyrisitingarrættur; Føroyskur stjórnarskipanarrættur I (Føroyskur stjórnarskipanarrættur II kemur á yvirbygnaðinum); Keypi- og kravrættur; Tinglýsing og veð; Altjóðarrættur; Sivilur rættargangur og Revsirættur og revsirættargangur. Boðið verður hetta 5 ECTS skeiðið: Ognarrættur.

Háttalagskeið miða móti almennari fatan av løgfrøðini, herundir lýsing av ymiskum ástøðiligum rákum, tulking og førleika at greina truplar løgfrøðiligar spurningar. Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Løgfrøðilig fatan; Úrskurðargreining og Skriviverkstova.

Undirvísing er vanliga á føroyskum, men kann eisini vera á enskum ella skandinaviskum máli.

Upptøka og upptøkutreytir

Við verandi starvsfólkaorku vera lesandi tikin upp annað hvørt ár.

Umsøkjarar mugu hava miðnámsprógv ella samsvarandi.

Umsøkjarar mugu hava góðar førleikar í føroyskum, donskum og enskum máli, bæði munnliga og skrivliga.

Til ber at søkja um upptøku her.

Umsøkjari má eisini svara nøktandi uppá eina upptøkuroynd. Les nærri um upptøkuroyndina HER.

Framtíðarmøguleikar

Treytað av at tann lesandi hevur staðið bachelor, kann viðkomandi fara víðari til meistarastig (embætisprógv) á Setrinum, ið leiðir til 5 ára útbúgvingina, ið sum nevnt gevur atgongd til at virka sum advokatur, dómari v.m. Útbúnir bachelorar kunnu eisini søkja um upptøku á meistarastigi á øðrum universitetum, bæði innan lóg og onnur øki, treytað av ítøkiligu krøvunum hjá viðkomandi lærustovni. Tey við bachelorprógvi kunnu eisini fara beinleiðis á arbeiðsmarknaðin, eitt nú sum fulltrúar í almennari fyrisiting.

Framhaldandi útbúgving

Útbúnir bachelorar kunnu eisini søkja um upptøku á meistarastigi á øðrum universitetum, bæði innan lóg og onnur øki, treytað av ítøkiligu krøvunum hjá viðkomandi lærustovni. Tey við bachelorprógvi kunnu eisini fara beinleiðis á arbeiðsmarknaðin, eitt nú sum fulltrúar í almennari fyrisiting.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til útbúgvingarleiðaran, Bárð Larsen, á bardurl@setur.fo

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 15. apríl fyri kvotu 2 og 1. juli fyri kvotu 1.