7548.12 - Børn við serligum avbjóðingum/sansivenjingarskeið


Skeiðsnummar
7548.12
Heiti
Børn við serligum avbjóðingum/sansivenjingarskeið
ECTS
4,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi: • Ogna sær vitan um sambandi millum kropsligt, sálarligt og sosialt virksemi, tá ein hevur serligan tørv. • Ogna sær verkligan og ástøðiligan kunnleika um, hvussu vit serliga nøkta tørvin á rørslu hjá børnum og ungum við serligum avbjóðingum. • Ogna sær kunnleika um uppalingarmøguleikar hjá børnum og ungum, hvussu tey eru útborin • Gjøgnum kropsligar íðkanir nema teir møguleikar, sum tílikt virksemi gevur.
Innihald
Í tí ástøðiliga partinum verður arbeitt við: • Heilabúning, nervalagnum, sansum og sansaskipan • Kanningum og viðgerð • Inklusión og eksklusión • Hvat er at vera menningartarnaður/rørslutarnaður • Serligir bólkar,s.s. blind,deyv,ADHD,Asberger,epilepsi, vøddasvinn og ryggmergsbrokk Í verkliga partinum verður arbeitt við: • Venjingum, sum menna barnið, ið hevur menningartarn ella motoriskar trupulleikar • Blindaspøl • Spøl/ bóltspøl , ið eru tillagað málbólkin • Spøl, ið eru inkluderandi
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 15 tímar um vikuna. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar og filmar.
Læruúrtøka
Skeiðið er skift sundur í tveir sjálvstøðugar og tó samfastar partar- ein ástøðiligan part og ein praktiskan/didaktiskan part. Endamálið við ástøðiliga partinum er, at tey lesandi skulu: • verða før fyri at grunda yvir grundleggjandi spurningar, ið snúgva seg um, hvønn týdning rørsla og serligar venjingar hava fyri tann menningar/ rørslutarnaða • vísa, at tey hava holla vitan um møguleikar at bøta um rørslumøguleikan hjá málbólkinum Endamálið við praktiska/ didaktiska partinum er, at tey lesandi skulu: • duga at nýta venjingar at stuðla upp undir sosiala læring og samstarv • megna at leggja til rættis tiltøk, skeið, ítróttardagar o.a.í mun til málbólkin
Próvtøkuháttur
Ástøðilig parturin er screening og testing av einum skúlabólki saman við eini munnligari eftirmeting. Verkligi parturin verður mettur eftir undirvísingarførleika við børnum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jógvan Jensen