Skriva út

B.S.Sc. í samfelagsvísindum

Bachelor of Social Science in Social Science
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teim lesandi fjølbroytta vitan og innlit í samfelagsvísindalig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar innan samfelagsplanlegging, sum smátjóðir standa fyri í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.

Útbúgvingin er fyri tey, sum hava áhuga fyri samfelagsskipanum, og hvussu hesar skipanir virka, stýrast og mennast.

Bygnaður

1.
lestrarhálva
(heyst)
 
2.
lestrarhálva
(vár)
 
3.
lestrarhálva
(heyst)
4.
lestrarhálva
(vár)
5.
lestrarhálva
(heyst)

6.
lestrarhálva
(vár)

Sosiologi

10 ECTS

Føroysk nýtíðarsøga

10 ECTS

Valfak I

10 ECTS

Valfak II

10 ECTS

Samfelags-
planlegging

10 ECTS

Globalisering og samfelagsbroytingar

10 ECTS

Grundskeið í stjórnmála-
frøði

10 ECTS

Búskapur og samfelag

10 ECTS

Antropologi

10 ECTS

Háttalag II

10 ECTS

Sosialvísindi

10 ECTS

Bachelor-
ritgerð

20 ECTS

Vísindaástøði
og háttalag

10 ECTS

Ritgerð I

10 ECTS

Háttalag I

10 ECTS

Ritgerð II

10 ECTS

Evnisøki

10 ECTS

 

Valskeið á 3. lestrarhálvu:

Innleiðsla í geografiskar informatiónsskipanir (GIS)

Valskeið á 4. lestrarhálvu:

6112 - Umhvørvissøga

6329 - Demokrati, valskipanir og veljaraatferð

6313 - Arkivkunnleiki

Skipan av útbúgvingini

Bachelorútbúgvingin í samfelagsvísindum tekur trý ár. Nøkur skeið eru kravd, og nøkur ber til at velja eftir egnum áhuga.

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinirnar í ávísan mun eru tær somu sum í hinum bachelorútbúgvingunum á Søgu- og samfelagsdeildini 'Søgu - smátjóðir og altjóðagerð' og 'Politikki og umsiting'.

Útbúgvingin endar við eini B.S.Sc.-ritgerð.

Innihald

Útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum eru tvørvísindaligar, ið merkir, at tað verður tikið støði í praktiskum søgu- og samfelagsligum viðurskiftum við stórum denti á spurdómsstýrda læring.

Tey lesandi ganga til nógvar fyrilestrar, men harafturat læra tey eisini sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan - ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.

Undirvíst verður m.a:

  • um samfelagsvísindalig ástøði og háttalag
  • um tvørvísindi og verkætlanararbeiði
  • um vælferð, vælferðarsamfelag og vælferðarskipanir
  • um samanspælið millum almennan politikk, marknað og sivilsamfelag
  • um hvussu institusjónir og organisasjónir virka, stýrast og mennast

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Samfelagsvísindi er lestur fyri tey, sum hava áhuga at starvast innan almennar, alment gagnligar og privatar organisasjónir, men gevur eisini nógvar aðrar førleikar, eitt nú til víðari lestur, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

Við útbúgving frá Søgu- og samfelagsdeildini ert tú væl ílatin - bæði til arbeiðsmarknaðin og til víðari lestur á masterstigi.

Framhaldandi útbúgving

B.S.Sc. útbúgvingin í samfelagsvísindum gevur grundarlag fyri framhaldandi lestri á masterstigi.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Ragnheiður Bogadóttir, útbúgvingarleiðara, ragnheidurb@setur.fo