Skriva út

B.Sc. í verkfrøði

Bachelor of Science in Engineering
  • Lestrartíð 3½ ár
  • Deild Náttúruvísindadeildini (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 210
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi grundleggjandi vitan um og praktiskar førleikar í verkfrøði við denti á evni sum burðardygd í t.d. bygging, orkuveiting, orkunýtslu, el-veiting og vitan um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri samfelag og umhvørvi.

Verkfrøðiútbúgvingin er ein útbúgving við trimum sergreinum, Byggi-, El-, og Orkuverkfrøði.

Bygnaður

Bachelorútbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár, harav hálvt ár er starvsvenjing hjá eini fyritøku ella einum stovni. Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tey lesandi aftan á tvey tey fyrstu árini kunnu velja at leggja dent á byggiverkfrøði, orkuverkfrøði ella el-verkfrøði.

Starvsvenjingin er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tey lesandi eru til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving.

Útbúgvingin endar við eini bachelorverkætlan, har tey lesandi fáa høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið tey hava lært um í útbúgvingini. Bachelorverkætlanin verður gjørd á 7. lestrarhálvu. Bachelorverkætlanin kann vera tvær støddir, 15 ECTS ella 30 ECTS:

• Bachelorverkætlan á 15 ECTS, ið verður tikin saman við 15 ECTS í valfríum skeiðum.

• Bachelorverkætlan á 30 ECTS.

Bachelorverkætlanin kann t.d. gerast í samstarvi við stovn ella fyritøku, har tey lesandi hava verið í starvsvenjingin.

• Øll lesandi lesa saman fyrstu 2 árini, áðrenn tey velja sergrein.

• Á 5. lestrarhálvu vera sergreinaskeið lisin. El- og  Orkuverkfrøði hava 22,5 ECTS í sergreinaskeiðum, umframt 7,5 í valskeiðum. Byggiverkfrøði hevur 30 ECTS í sergreinaskeiðum.

• Á 6. lestrarhálvu eru lesandi í starvsvenjing.

• Á 7. lestrarhálvu verður bachelorverkætlanin skrivað. Møguleiki er at skriva eina stóra bachelorverkætlan á 30 ECTS, ella taka valskeið á 15 ECTS saman við eini minni bachelorverkætlan á 15 ECTS.

Sí annars talvu niðanfyri.

Bygnaður - talva

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva

6.
lestrarhálva

7. a lestrarhálva

7. b lestrarhálva*

Støddfrøði 1

(fyrri partur)

10 ECTS

Støddfrøði 1

(seinni partur)

10 ECTS

Støddfrøði 2

7,5 ECTS

 

Berandi konstruktiónir

7,5 ECTS

 


Sergreins-skeið

22,5 ECTS

 

Starvs-venjing

30,0 ECTS

 

 

Bachelor verkætlan

30,0 ECTS

 

 

Valskeið

15 ECTS

 

Innleiðandi verkfrøði

7,5 ECTS

 

 

Evnafrøði fyri verkfrøðingar

7,5 ECTS

 

 

KT-verkætlan 7,5 ECTS

Orkuskipanir og umhvørvi

7,5 ECTS

Mekanik

7,5 ECTS

 

Hagfrøði

5,0 ECTS

 

Jarðfrøði fyri verkfrøðingar

7,5 ECTS

Veskumekanikkur

7,5 ECTS 

Bachelor-verkætlan

15 ECTS

 

Innl. forritan við MATLAB

5,0 ECTS

 

 

Elektro-magnetisma

7,5 ECTS

Termodynamik

7,5 ECTS

 

 

 Innleiðandi elfrøði

7,5 ECTS

 

Valskeið

7,5 ECTS

 

 

  • 7. lestrarhálva kann eisini takast við tveimum valskeiðum á 7,5 ECTS og síðani eini bachelorritgerð, ið er 15 ECTS.

Fyrivarni skal takast fyri broytingum í útbúgvingini. Upptøka verður aftur í 2026.

Sergreinar (5. lestrarhálva)

Alt eftir, hvørja sergrein tey lesandi velja, hava tey fylgjandi skeið:

Byggiverkfrøði

• Rammur og plátur (5 ECTS)

• Finite element method (5 ECTS)

• Betong (5 ECTS)

• Stál og træ (5 ECTS)

• Jarðverkfrøði (5 ECTS)

• Verkætlan (5 ECTS)

El-verkfrøði

• Stýriverkfrøði (7,5 ECTS)

• Elektriskar maskinur (7,5 ECTS)

• Streymrásfrøði (7,5 ECTS)

• Valskeið (7,5 ECTS)

Orkuverkfrøði

• Jarðhiti og hitapumpur (7,5 ECTS)

• Bygningsinstallatiónir (7,5 ECTS)

• Varandi orka (7,5 ECTS)

• Valskeið (7,5 ECTS)

Valskeið

Tey lesandi hava á útbúgvingini eisini høvi at taka valskeið. Hesi valskeið kunnu vera vald av góðkendum lista ella sum nýtt skeið eftir nærri meting. Skeiðini kunnu vera á Setrinum ella uttanseturs. Valskeið verða góðkend av útbúgvingarleiðara og lestrarráðnum.

Undirvísing

Undirvíst verður í undirvísingarblokkum og/ella í lestrarhalvum. Liggja skeiðini liggja í undirvísingarblokkum, liggja tey sum víst niðanfyri:

• Blokkur 1: sep.-okt.

• Blokkur 2: nov.-des.

• Blokkur 3: feb.-mar.

• Blokkur 4: apr.-mai.

Liggja skeiðini í lestrarhálvum liggja tey sum víst niðanfyri:

• 1. lestrarhálva: sep.-des.

• 2. lestrarhálva: feb.-mai.

Nærri dagfesting sæst í deildarkalendaranum.

Innihald

Útbúgvingin gevur tær sterkar førleikar í verkfrøði og náttúruvísindum.

Hon gevur tær grundleggjandi vitan og praktiskar førleikar í verkfrøði vit atliti at t.d. burðardygd í bygging, orkuveiting og orkunýtslu. Evni, sum hava alstóran týdning í eini grønari samfelagsmenning.

Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu.

Best møgulig gagnnýtsla av hesum møguleikum eru avgerandi fyri, at Føroyar skulu røkka málinum at verða 100% grønar við orku á landi í 2030.

Menning av elorkuveiting við grønum loysnum er ein týðandi partur í hesum málsetningi. Føroyska veðurlagið og náttúran hava hinvegin avbjóðingar við sær í sambandi við eitt nú bygningar og byggitøkni, sum - til tess at fremja góðar loysnir - krevja holla vitan um m.a. tilfarslæru, konstruktiónir, strukturar, byggitøkni og jarðtøkni.

Hetta eru viðurskifti, ið dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og sum eru eru hornasteinar í at menna Føroyar sum eitt burðardygt samfelag.

​Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir, at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er:

  • Gymnaisialt miðnámsprógv við

o   støddfrøði á A-stigi við miðaltalinum 6 eftir 7-talsstiganum

o   alisfrøði á B-stigi og

o   evnafrøði á C-stigi

ella

  • Maskinmeistaraprógv við í minsta lagi miðaltalinum 7 eftir 7-talsstiganum.

ella

  • Kvotu 2-umsóknir við javnsettum kunnleikastøði kunnu góðtakast eftir nærri meting.

Undirvísingin gongur fyri seg - og er bygd á tilfar - á føroyskum, donskum og enskum. Væntað verður tí, at tey lesandi hava nøktandi førleika í hesum málum.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum í verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.  

Framhaldandi útbúgving

Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina, ber til at útbúgva teg víðari á universitetum í øðrum londum.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst her ella við at venda tær til Bárð Joensen, útbúgvingarleiðara á BardurJ@setur.fo, telefon 293944 ella til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, KirstinR@setur.fo, telefon 292526.

Til ber aftur at søkja hesa útbúgving

1. mars 2026

Serkrav
  • Støddfrøði á A-stigi við miðaltalinum minst 6 eftir 7-talsstiganum
  • Alisfrøði á B-stigi
  • Evnafrøði á C-stigi

Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:

  • Minst 7 eftir 7-talsstiganum
Skeiðslýsingar

Les hjá okkum og fá eitt spennandi starv