5700.23 - Innleiðing í tilgjørdum viti


Skeiðsnummar
5700.23
Heiti
Innleiðing í tilgjørdum viti
ECTS
7,5
Fortreytir
Discrete støddfrøði (7.5 ECTS), Algoritmur og dátustrukturar (7.5 ECTS), Innleiðandi forritan við Python (7.5 ECTS) ella annað skeið í innleiðandi forritan.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at geva teimum lesandi kunnleika til innleiðandi hugtøk og sniðgávu-meginreglur innan tilgjørt vit við denti á symbolikk. Skeiðið gevur tí lesandi amboð til sjálvstøðugt at velja og brúka týðandi tøknir frá leiting, logikki og sannlíkindi uppá givnar trupulleikar innan evnisøkið tilgjørt vit. Harafturat, vil tann lesandi kunna eyðmerkja og kjakast um nýtslumøguleikar, avbjóðingar, og samfelagsligar avleiðingar av tilgjørdum viti.
Innihald
• Alllýsing av tilgjørdum viti. • Symbolskt mótvegis sub-symbolskt tilgjørt vit. Intelligentir agentar og leitingar trupulleikar. Óupplýst og upplýst leiting, leitihættir, leiting ímillum mótspælandi agentar, og spøl. • Kunnleiki og logikkur. Propositionel og fyrsti ordans logikkur, avgerðarreglur og hættir (modus ponens, kanning av modelli, loysni, fram- og aftur leinkjan), prógva setningar, endurskoða sannføring. Niðurstøður grundaðar á sannlíkindi. Bayesisk regla og Markov modellir. • Yvirlit yvir brúk av leiting, logikki og sannlíkindum innan nútímans tilgjørd vit (til dømis: serfrøðinga skipanir, til samskifti, til at skilja vanligt mál, til at kenna myndir og mynstur). • Almenn innleiðing í maskinlæring. • Rættvísi og helling innan tilgjørt vit, samfelagsligar og etiskar avbjóðingar við tilgjørdum viti.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, uppgávur, sjálvlestur, kjak.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - Eyðmerkja og kjakast um styrkir og veikleikar av symbolskum mótvegis sub-symbolskum tilgjørdum viti. - Greina og samanbera virknisdygd av ymiskum leitihættum, herundir óupplýst og upplýst leiting, og mótspælandi leiting. - Meta um og við forritan í Python at seta í verk leitihættir og funktiónir sum meta um spøl. - Meta um og við forritan í Python at seta í verk avgerðarhættir innan propositionellum og fyrsta ordans logikki. - Meta um og við forritan í Python at seta í verk avgerðarhættir innan sannlíkindi. - Meta um fyrimunir og vansar við tilgjørt vit tøknini innan leiting og logikk til at loysa ein givnan trupulleika. - Meta um hvat slag av trupulleikum og støðum nýtast at brúka dátu- og vitanar-grundaðar tøknir. - Kenna aftur og kjakast um leiting, logikk, og tað sannlíkinda grundaða háttalagið í núverandi gransking í tilgjørdum viti og tøkni. - Meta um og kjakast um samfelagsligar, etiskar, og løgfrøðiligar avleiðingar av tilgjørdum viti. - Kjakast um helling í vali av dátum og í greining av úrslitum frá mannagongdum innan tilgjørt vit.
Próvtøkuháttur
Ein munnlig próvtøka uttan fyrireikingartíð fyri meting av øllum skeiðsinnihaldinum (vigar 100%). Tvær kravdar innlatingar skula latast inn til ásettar tíðarfreistir, sum tey lesandi fáa afturboðan um, og sum eisini skula verjast til próvtøkuna. Tí skula kravdu innlatingarnar latast inn í góðari tíð undan próvtøkuni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti og annað tilfar, so sum vísindaligar greinar og upprit, vera tøkar á innanhýsis lestrarskipan (Moodle) tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Barbara Scalvini