5705.23 - Hagfrøðilig læring


Skeiðsnummar
5705.23
Heiti
Hagfrøðilig læring
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðandi forritan við Python (7.5 ECTS) ella annað skeið í innleiðandi forritan
Endamál
At lesandi ogna sær kunnleika um bæði ástøðilig hugtøk og praktiskar nýtsluhættir í hagfrøðiligari læring. Á skeiðnum fáa lesandi eina víðfevnda innleiðslu í algongdar og týðandi hagfrøðiligar mannagongdir og -lærihættir og fyrireikar tey lesandi til framhaldsskeið í maskinlæring. Skeiðið leggur dent á praktiskar nýtsluhættir, men ástøðilig hugtøk verða eisini viðgjørd. Tey lesandi menna neyðugar førleikar at greina stórar mongdir av dátu og læra at velja hóskandi mannagongdir eftir ávísari støðu. Haraftrat læra tey fleiri hentar hættir at visualisera dátur.
Innihald
• Hvat er hagfrøðilig læring? o At meta um neyvleika hjá modellum o At viga “Bias-Variance” upp ímóti hvørt øðrum • Linjurøtt regressión o Einføld linjurøtt regressión o Margføld linjurøtt regressión • Flokkan o Logistisk regressión o K-næstu grannarnir o Generativ modell til flokkan o Generaliseraði linjurøtt modell • Endursýnistøkuhættir o Kross-staðfesting o Bootstrap • Val av linjurøttum modellum og regulering o Skerja dimensjónir (PCA) • Ikki-linjurøtt modell o Fleirliðað regressión o Grundleggjandi funktiónir o Súðir (splines) til regressión • Dátuvisualiseringshættir
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávur, verkætlanir, bólkaarbeiði og sjálvlestur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: o Meta um og greiða frá grundleggjandi hugtøkum í hagfrøðiligari læring. o Nýta og meta um bæði einfaldar- og margfaldar linjurættar regressiónshættir at greina dátusett. o Nýta og meta um ymiskar flokkingarhættir so sum logistiska regressión, generativ modell til flokkan og generaliseraði linjurøtt modell. o Brúka reguleringshættir. o Meta um og grundgeva fyri nýtslu av reguleringshættum. o Meta um og samanbera kjarnuhugtøk, ið verða nýtt, tá ið modell skulu metast og veljast. o Nýta endursýnstøkuhættir so sum kross-staðfesting og bootstrap.
Próvtøkuháttur
Ein hálvvegis-verkætlan og ein enda-verkætlan skulu latast inn til ásettar tíðarfreistir fyri at sleppa til próvtøku. Endaliga próvtøkan er munnlig. Til próvtøkuna skulu tey lesandi verja enda-verkætlanina og meta um ymisk evni, sum hava verið viðgjørd á skeiðinum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti og annað tilfar, so sum vísindaligar greinar og upprit, verður tøkt á innanhýsis lestrarskipan (Moodle), tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Høgni Carlsson