Leys størv
Gransking
Granskingin á Fróðskaparsetri Føroya hevur til endamáls alsamt at menna vitanarstøðið á Setrinum og í landinum sum heild. Hetta verður gjørt á so nógvum økjum sum tað fakliga og fíggjarliga letur seg gera í samanrenning við áhugamál landsins, tá talan er um vitanarmenning og nýskapan.
Fróðskaparsetrið er granskingar- og undirvísingarstovnur við vísindaligum starvsfólkum við somu fakligu krøvum til hægri undirvísing og gransking, sum verða sett til universitetslærarar við onnur norðurlendsk universitet.
Umframt fólk í føstum starvi eru adjungeraðir granskarar við starvi á øðrum granskingarstovnum í og uttan fyri Føroyar knýttir at Setrinum. Harumframt eru bæði Ph.D-lesandi og Post Doc-granskarar knýttir at Setrinum.
Granskarar á Setrinum hava nógv verkætlanarsamstarv við starvsfelagar á øðrum granskingarstovnum í Føroyum, á útlendskum granskingarstovnum og universitetum.