Leys størv
Íslendskur lestrarstuðul

Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul (114.000 ísl. kr. um mánaðin í 8 mánaðir) til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2012/2013.
Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.
Námið byrjar 1. september 2012 og endar 30. apríl 2013.
Umsóknir skulu sendast til Stofnun Árna Magnússonar í íslendskum fræðum, Stofu Sigurðar Nordals, Posthólf 1220, IS-121 Íslands.
Umsóknarfreistin er 1.mars 2012.
Umsóknarblað og kunning fáast á her:
á www.arnastofnun.is ella við at venda sær til Setursskrivstovuna.
Studningshavar í verandi skúlaári kunnu søkja um framhaldsstudning fyri næsta skúlaár innan 1. februar 2012.
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
Telefon: 322500
Fax 352501
Teldupostbústaður: setur(at)setur.fo