Læraraskúlin
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskapur
Faroe University Press
Stavarin
Spell Check
Bókasavnsleiting
Library Search
Orðabøkur
Faroese Dictionaries
Leys størv
Um Læraraskúlan
Meginuppgáva Læraraskúlans er at skipa útbúgving fyri lærarar og námsfrøðingar. Umframt hetta skal stovnurin eisini fremja og menna gransking innan námsfrøði og undirvísingarfrøði og skipa fyri eftirútbúgving.
Læraraskúlin hevur skipað fyri læraraútbúgving síðan 1870. Fyrstu námsfrøðingarnir á Føroya læraraskúla fingu prógv í 1990.
Tá ið Føroya læraraskúli gjørdist partur av Fróðskaparsetri Føroya í 2008, vóru útbúgvingarnar broyttar. Lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar eru nú í tveimum stigum. Fyrsta stigið er ein B.Ed. útbúgving (bachelor of education), sum tekur trý ár. Lesandi, ið vilja gerast fólkaskúlalærarar ella námsfrøðingar, skulu harafturat taka eitt fjórða ár, ið gevur yrkisførleika sum lærari ella námsfrøðingur.